Avmarkað við spælitíð til John Frederiksen í Skotlandi

John Frederiksen hevur enn fyrsta málið til góðar fyri Raith Rovers

John Frederiksen fekk í dag spælitíð á áttanda sinni fyri Raith Rovers.

 

Raith Rovers tapti 0-2 fyri Ayr United á útivølli í næstbestu skotsku fótbóltsdeildini. 

 

John Frederiksen kom á vøllin tá 79 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá var Ayr United longu á odda 2-0.

 

Burtursæð frá dystunum móti Arbroath og Morton, tá John fekk 59 og 67 minuttir á vøllinum hevur verið avmarkað við spælitíð til John. Í seks dystum hava minuttirnir verið 14 minuttir ella færri. 

 

Fyrsta málið fyri Raith Rovers er heldur ikki komið til høldar hjá John enn.

 

Raith Rovers er annars nummar sjey av teimum 10 liðunum í næstbestu skotsku deildini við 22 stigum.

 

Komandi leygardag spælir Raith Rovers heimadyst móti Morton í skotsku steypakappingini.