Í gjárkvøldið varð tann 46 ára gamli amerikanarin Cary Kerr tikin av døgum í einum fongsli í Texas. Hann varð avrættaður við einari innspræning av evninum Pentobarbital, sum danska verksmiðjan Lundbeck ger, og sum skilst er hetta fyrstu ferð, at hetta evnið verður brúkt at avrætta fangar í Texas við.
Cary Kerr hevði fingið deyðadóm fyri at hava neyðtikið og dripið eina 34 ára gamla kvinnu 2001. Hann varð dømdur sekur longu sama árið, og í 2003 varð revsingin ásett til deyðadóm. Hann er tann triði fangin, sum er avrættaður í Texas í ár og tann 13., sum er avrættaður í USA higartil í ár.
Fleiri danskir politikarar hava mótmælt, at amerikanararnir brúka danskan heilivág til at avrætta fangar við. Leiðslan á Lundbeck hevur eisini sagt, at hon er als ikki fegin um, at evnið verður brúkt til tílíkt endamál.