Amnesty International sigur í frágreiðing, at Norðurkorea hevur avrættað skúlanæmingar fyri at hava hugt eftir "Squid Game".
- Skúlanæmingar eru avrættaðir, sendir í arbeiðslegu ella eru niðurgjørdir alment fyri at hava hugt eftir suðurkoreanskum sendirøðum og fyri at hava lurtað eftir K-popp.
Hesar ógvusligu ákærur koma fram í einari nýggjari frágreiðing hjá Amnesty International.
Stovnurin hevur tosað við 25 norðurkoreanarar, sum rýmdu úr landinum árini 2012 til 2020.
- Flestu vóru tannáringar ella í byrjanini av 20-unum, tá tey fóru um landamarkið, veit New York Post at siga.
Hesi fólk siga frá ógvusligum avleiðingum fyri tey, sum hyggja eftir útlendskum sjónvarpsrøðum, filmum og tónleiki við innhaldi, sum stjórnin í Norðurkorea hevur bannlýst.
Eitt av fólkunum, sum Amnesty International hevur skift orð við, fortelur, at næmingar, sum hava sæð "Squid Game", eru vorðnir avrættaðir í Yanggang-landslutinum, nærindis markinum til Kina.
Radio Free Asia hevur eisini áður umrøtt eina avrætting í grannalandslutinum, Hamgyong i 2021, og eisini í hesum førinum var tað fyri at hava deilt "Squid Game".
- Sæð í samanhangi benda upplýsingar úr ymiskum pørtum av Norðurkorea á, at fleiri avrættingar hava verið í landinum í samband við síkar sjónvarpsrøðir, skrivar Amnesty International.
Lesið grein um hetta um hesa leinkju - https://www.tv2.no/nyheter/nord-korea-skal-ha-henrettet-skoleelever-for-a-ha-sett-squid-game-ifolge-amnesty-rapport/18544385/











