Seinnapartin vóru tríggir dystir leiktir í SMS-deildini.
Kyndil vann í høllini á Hálsi trivaligan 39-27 sigur á Stjørnuni. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 22-17.
Turið Arge Samuelsen var aftur stórskjútti hjá Kyndli í dag. Í dag gjørdist talan um 15 mál. Turið hevur nú samlað skotið 1.977 mál fyri Kyndil, og er bert 23 mál frá at røkka teimum 2.000 málunum. Iuliia Nalivko var við 10 málum toppskjútti hjá Stjørnuni.
VÍF vann í høllini í Vestmanna stórsigur 38-17 á StÍF. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 21-9.
Bjørg á Líknargøtu var við níggju málum toppskjútti hjá VÍF. Rebekka Justinussen, Poula Dulavík Berg og Arnfríð Jacobsen vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá StÍF. Rebekka hevur nú skotið 1.954 mál, og er 46 mál frá at røkka teimum 2.000 málunum.
Í høllini í Vági vann Neistin stórsigur 31-16 á VB. Neistakvinnur vóru á odda 16-11 í steðginum.
Carmen Luiza Silva var toppskjútti hjá VB, og Silja Olivia Heðinsdóttir var toppskjútti hjá Neistanum, báðar við sjey málum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















