Tað sprettur og grør í Hvalvikar Kommunu. Fólkatalið er vaksandi. Bygt er og verður til bæði tann yngra og eldra endan. Og eisini til tey í miðjuni er nógv byggilendi klárt, og fleiri hús eru ávegis.
Góð gróðrarlíkindi eru fyri felagslívinum, sum hoyrir frítíðini til, so her sær út til at vera eitt liviligt stað.
Og kortini verður Hvalvíkar Kommuna ikki at finna á kortinum um eitt gott hálvt ár.
Fólk í Hvalvíkar Kommunu hava arbeiði, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri. Hóast tað hoyrist um ábendingar til lækkandi konjunktur í samfelagnum, er hetta ikki nakað, fólk í Hvalvíkar Kommunu merkja, sigur hann.
Fyri tann, sum feðrast gjøgnum bygdirnar, ella fyri tað mesta uttan fyri tær, kann tykjast, sum her er reiðiliga deytt, tá hugsað verður um arbeiðspláss.
Og tað er í grudnini ikki einki um tað, tí tað traditionella flakavirkið, sum er lívæðrin í so mongum føroyskum bygdum, er ikki í Hvalvík.
Hinvegin er stóra sniðhúavirkið Norðsetur í Hvalvík. Eisini er fóðurgoymslan hjá Skretting á havnarlagnum, eins og OK Heilsøla, sum kanska er tann, sum í løtuni er tann leiðandi gravimaskinsølan í landinum, á havnarlagnum í Hvalvík, vísir Heðin Zachariasen á.
Men hann ásannar, at meginparturin av fólkinum i Hvalvík og Streymnesi kortini fer aðrastðani at arbeiða um daganrnar.
?Kanska er júst tað tann stóra styrkin hjá okkum, heldur hann. Fólk eru ikki, sum so mangastaðni, miðsavnað á einum arbeiðsplássi, men spjadd víða. Kemur so hóttafall á, merkist tað ikki so ógvusligt, sum tað ger, har kanska eini 60-70 prosent av arbeiðsmegini í bygdini verður rakt samstundis, sigur hann.
Hvalvík liggur væl fyri geografiskt, og tað er ein grund til, at fólk velja at seta búgv her, sigur Heðin Zacariasen. Eisini fólk, sum annars ikki hava tilknýti til bygdirnar.
Men eina aðra ógvuliga týðandi orsøk heldur hann vera góðu møguleikarnar fyri barnaansing í kommununi.
Hvalvíkar Kommuna hevur spildurnýgjan dagstovn, sum hýsir bæði vøggustovu- og barnagarðsbørnum, eins og frítíðarskúli eisini er í Hvalvík. Bíðilisti er eingin og tað ger uttan iva, at ungfólk velja at búseta seg her, sigur borgarstjórin. Tí ein sannroynd er, at tá fólk spyrja eftir grundstykkjum, spyrja tey eisini í sama andadrátti eftir barnaansingarmøguleikum.
?Vit kunnu siga teimum, at teir eru góðir her hjá okkum, og millum annað tí velja tey at seta seg niður her.
Byggiøkið er gott og, 28 grundstykki er gjørd klár í Streymnesi. Í Hvalvík eru harumframt umleið 10 stykki tøk.
Tað standa seks hús í gerð í kommununi, og heili 14 stykki eru seld. Fleiri eru eisini útgrivin.
Hvalvíkar skúli er frá 1962. Hann lýkur ikki øll tey krøv, nýggja skúlalógin ásetir, so har skulu ábøtur gerast, sigur borgarstjórin.
Í dag ganga 49 næmingar í barnaskúlanum í Hvalvík. Lærararnir eru fimm í tali. Tá børnini fara í framhaldsdeildina fara tey i Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Og tá so fólk eru komin í ovara endan á stiganum, verður eisini pláss fyri teimum í Hvalvíkar Kommunu.
Kommunurnar hava tikið seg saman um at byggja eitt ellisheim í Streymnesi.
Talan verður um eitt heim við plíssi til 32 búfólk, sum væntandi fer at kosta einar 37 miliónir krónur, sigur Heðin Zachariasen.
Av hesum kostnaði ber landið tær16 miliónirnar, og so skulu kommunurnar sjálvar klára restina.
Eftir ætlan skal ellisheimið í Norðurstreymoy standa klárt í mei 2006, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu.