Avtalan uttan iva betri enn Haag

Árni Olafson heldur, at vit nú hava fingið eina betri avtalu, enn um farið var til dómstólin í Haag

Hvørji viðmerking hevur Árna Olafsson, samráðingarleiðari til avtaluna, sum nú liggur á borðinum!

? Tað er greitt, at landsstýrið er handicappað, tá tað skal verja avtaluna, tí man nettup er avskorin frá at koma út við tí tilfarinum, sum vísir, hvat veruliga er hent í samráðingunum, nú málið er í trúnaði.

Hvat nú um tingmenn nettup av hesi orsøk boykotta avtaluna?

? Eg gangi út frá, at teir frá sínum umboðum í Uttanlandsnevndini eru kunnaðir um støðuna og gongdina, men vilja teir átaka sær ábyrgdina av, at vit ístaðin fyri hesa loysnina, fara til Haag, og brúka fimm ár til eina loysn, sum í prinsippinum kann blíva betri, men kanska líka so gjarna kann blíva verri, so er tað teirra val.

Tað er tó so, at ein samd Uttanlandsnevnd tekur undir við loysnini hjá landsstýrinum - ein loysn, sum samráðingarnevndin hevur mett sum ta frægastu loysnina, ið kundi fáast.

Uppá fyrispurning um tað í veruleikanum eru vit, sum hava givið okkum, nú vit fingu so nógv minni av tí sunnari Grásonuni sigur Árni Olafsson, at vit mugu minnast til, at um málið fór til Haag, so hevði tað ikki bert verið til at tikið støðu millum eitt føroyskt krav, sum svaraði til okkara miðlinju og eitt bretskt, sum svaraði til teirra. Tá hevði tað verið til eitt bretskt krav, sum lá munandi nærri Føroyum enn tann bretska miðlinjan.

Árni Olafsson váttar orðini hjá løgmanni um, at serfrøðingar, sum føroyska samráðingarnevndin hevur brúkt, hava víst á, at vit skulu eiga heldur at taka hesa loysnina enn at fara til Haag við málinum.