Avtalurnar um nýggjar tunlar skulu haldast

Skulu tunlar framskundast, má okkurt annað útsetast

- Vit hava lagt ein langtíðarætlan ætlan fyri tær úbyggingar sum skulu vera í Føroyum, og ta avtaluna hava vit hildið okkum til.

Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Løgtingið hevur enn einaferð umrøtt, í hvørjari raðfylgju teir næstu tunlarnar í Føroyum skulu gerast.

Viðareiðistunnilin verður gjørdur nú, farast skal undir ein nýggjan Hvalbiartunnil í 2018 og tunlarnir norður um Fjall skulu gerast í 2021 til 2124.

 

Peningur verður settur av til tunnil til Dals frá 2016 og frameftir og peningur verður settur av til farleiðina til Tjørnuvíkar frá 2018 og frameftir. Samstundis verður peningur settur av til Fámjinstunnil frá 2022.

Løgtingið hevur umrøtt spurningin aftur, eftir at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin hevur spurt um møguleikan fyri at hækka og breiðka tunlarnar norður um fjall.

Í tí sambandi varð ført fram, at teknikkurin at bora tunlar, var so framkomin nú, at tað kanska fór at bera til at framskunda ætlanina at gera tunlarnar norður um fjall.

 

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at er teknikkurin so góður at tunlarnir norður um Fjall kunnu framskundast, kann Hvalbiartunnilin eisini framskundast.

 

Men Jørgen Niclasen ger vart við, at skulu tunlar framskundast, mugu aðrar útbyggingar útsetast, tí puljan av pengum til almennar íløgur skal haldast.

- Vit kunnu ikki gera alt ísenn og skulu ávísar íløgur framskundast, mugu aðrar útsetast sigur hann.

Kortini vísir hann á, at ábendingar eru um, at tað kann vera bíligari at breiðka og víðka tunlar, enn at gera nýggjar tunlar.

- Tað er ein spurningur, Landsverk kannar. Og verður tað bíligari, og kann tað gerast, uttan at tarna ferðsluni, má støða takast til tað. Og ein bíligari íløga kann ofta gerast skjótari enn ein dýrari íløga, leggur hann afturat.