Mikukvøldið heiðraðu Føroyar Axel og Gunnar. Tá læt Annlis Bjarkhamar, mentamálaráðharri, Axeli Tórgarð Heiðursgávu Landsins og Gunnari Hoydal Mentanarvirðisløn Landsins í Klingruni í Norðurlandahúsinum í Havn.
Eftir at Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, hevði bjóðað vælkomin, spældu Andrea Heindriksdóttir og Ólavur Jakobsen úr Aldubáruni "Morceau de concours" fyri floytu og guitar eftir Gabriel Fauré.
Síðani helt Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professari, røðu fyri Axeli Tórgarð.
Í røðuni segði hann millum annað, at týðingar helst eru tað vanligasta tekstaslagið í dagsins samfelag, og tí er tað av stórum týdningi at eiga so frægar týðarar sum Axel. Jóhan Hendrik tosaði eisini um studentatíðina hjá honum sjálvum og heiðursgávumóttakaranum og um Axel sum fyrsta stjóran í Útvarpi Føroya. Her nýtti talarin eisini høvið at siga sína hugsan, um mentunar- og miðlapolitikkin í dag á hesum stovni, sum hann segði var dottin niður á langlegg.
Eftir hetta handaði landsstýriskvinnan Axel Tórgarð sjálvt heiðursbrævið, og síðani slapp tann heiðraði sjálvur at siga nøkur orð. Tað var skjótt at Axel Tórgarð hugtók fjøldina í Klingruni og annars øll tey, ið lurtaðu kring landið við útvarpstólið. Axel Tórgarð segði m.a., at so skjótt hann var liðugur við at týða teir forngriksku leikirnar, góvust studentaskúlalærararnir at undirvísa í fornaldarfrøði. Nú vónaði hann bara ikki, at fólk fóru at gevast at spæla sjónleikir eftir Shakespeare, av tí at hann var farin í holt við hesar leikir.
Síðani helt Turið Sigurðardóttir, lektari, røðu fyri Gunnari Hoydal, sum hon m.a. kallaði ta stillføru røddina, ið altíð hoyrdist. Eisini rósti hon Gunnari fyri altíð at vera virkin í síni samtíð og m.a. hava ummælt sokallaðar popptekstir, tá eingin annar gjørdi tað.
Eftir at Gunnar Hoydal hevði fingið heiðursbrævið, tosaði hann m.a. í røðu síni um ungdómsárini í Keypmannahavn, tá fátækir rísbøndur bardust ímóti heimsins sterkasta veldi. Um sama mundið stríddust hann og aðrir fyri rættvísi. Hetta er so stutt síðani, men tó so langt síðani. Verðin er kanska ikki blivin rættvísari, men Føroyar eru vorðnar djarvari, segði Gunnar Hoydal.
Síðani spældi Sámal Petersen og Ólavur Jakobsen úr Aldubáruni eitt stykki eftir Astor Piazolla, áðrenn fólk sluppu at práta saman úti í forhøllini.
Tað var Signar á Brúnni sum í síni tíð sum mentamálaráðharri tók stig til Mentanarvirðisløn Landsins, sum er ein virðisløn fyri list framda á høgum stigi. Seinni tók Óli Holm, fyrrverandi landsstýrismaður, stig til Heiðursgávu Landsins, ið er ein breiðari viðurkenning, ið t.d. kann latast fyri dygdargott lívsverk til frama fyri føroyska mantan og list. Í nevndini, ið avger, hvørji skulu verða heiðrað við hesum herðaklappum, sita í løtuni Eyðun Johannesen, Frits Johannesen, Oddvør Johansen og Sigrun Niclasen, ið umboða Listafólkasamband Føroya, Lisa, meðan formaðurin í nevndini, sum er valdur av mentamálaráðharranum, er Jóan Petur Hentze.
Áður eru Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, Eyðun Johannesen, Ingálvur av Reyni, Jens Pauli Heinesen, Regin Dahl og Janus Kamban heiðraðir við Mnetunarvirðisløn og Heiðursgávu landsins.