Axel Tórgarð 80 ár

Tann, sum tekur sær stundir og fer oman á Gamla Meiaríið í Havn at hyggja at heimskenda leikinum Per Gúnt eftir norska stórskaldið Henrik Ibsen, man geva sær far um, at í leikskránni stendur Axel Tórgarð sum týðari. Og so er lagamanni at fara inn í salin og síggja Grímu framføra ein framúr góðan leik á framúr góðan hátt í einari framúr góðari týðing. Tí fáur man sum hann hava dugað at týtt útlendskan skaldskap á høgum stigi til føroyskt.
Nú fyllir hann áttati, Axel Tórgarð í Kvívík. Hann varð føddur í Havn, sonur Valborg Eide úr Nólsoy og H.C.W. Tórgarð arkitekt og politikara úr Havn.
Axel var tann fyrsti, sum tók bæði preliminer- og studentsprógv á Føroya Studenta- og preliminerskeiði í Havn. Studentsprógvið tók hann í 1941. Hetta var undir krígnum, og hann slapp ikki til Danmarkar at lesa. Hann var tí vikarur í Gøtu, Funningi og Havn, og hann ferðaðist eisini kring um í landinum og býtti gassmaskur út til fólk. Tað arbeiðið gjørdi hann sum hjálparmaður hjá Dánjali Bærentsen, sum seinni var landsdjóralækni í mong ár. Sambært Rithøvundabókini arbeiddi Axel tó mest sum assistant contractor og military interpreter (tolkur) hjá bretska hervaldinum.
Eftir kríggið fór Axel til Keypmannahavnar at lesa og tók guðfrøðiprógv í 1954. Síðani var hann prestur í Suðurstreymoy í 3 ár.
Men so fór hann undir nakað heilt annað: hann gjørdist fyrsti stjóri á Útvarpi Føroya í 1957, og tað var fyrst og fremst hann, sum legði ?ta føroysku linjuna?, sum Útvarpið síðani hevur havt, tvs einans at senda egna framleiðslu og ikki endursenda frá øðrum. Tað hevur havt alstóran týdning fyri føroyska mentan og føroyskan samleika.
Í 1960 fór hann aftur í prestastarv og var síðani prestur í Norðstreymoy í 19 ár og Suðurstreymoy í 10 ár.
Axel Tórgarð hevur avrikað nógv skriftligt arbeiði. Bæði morgunlestrar, søgur, ævintýr og ta óføra hentu bókina ?Dagar og nøvn í álmanakkanum?. Týðingarnar av skaldsøgum, stuttsøgum og leikum eru næstan óteljandi. Hann fekk M.A. Jacobsens virðisløn í 1990 og heiðursgávu frá Grunni Christians á Brekkumørk í 1994. Í fjør heiðraði Landsstýrið hann eisini.
Í 1958 giftist Axel við Margretu Danielsen, dóttir Dagmar Joensen og Sørin Danielsen úr Miðvági. Tey eiga børnini Súsannu, Ritu og Hans. Øll trý hava tey - eins og pápin - góð evnir sum sjónleikarar.