Sum kunnugt hevur tað ikki gingist serliga væl hjá Ayr United í skotsku fyrstudeild, har teir í løtuni er á einum sjeynda plássi.
Í steypakappingini hevur hinvegin gingist teimum munandi betri, og leygardagi tóku teir enn eitt stórt stig á leiðini, tá teir á heimavølli leiktu fjórðingsfinalu móti Partick Thistle, sum somuleiðis spælir í næstbestu deildini.
Bert ein eftir
Uttan Jens Martin, sum fríggjadagin fór heim til Føroya, men við Jens Kristiani Hansen á vøllinum í samfullar 90 minuttir, eydnaðist tað Ayr at vinna dystin 2-0, og harvið tryggja sær atgongd til hálvfinalurnar fyri fyrstu ferð í samfull 27 ár.
At hetta er ein stórhending fyri lítla skotska felagið er einki at siga til, og hendingin gjørdist ikki minni, tá lutakastið til hálvfinalurnar var sunnudagin.
Tað lagaði seg nevnliga soleiðis, at Aey United skal leika móti stórfelagnum, Glasgow Rangers, sum í løtuni er klárt á odda í bestu deildini.
Dysturin skal leikast á skotska tjóðarvøllinum, Hampden Park, so einki er at ivast í, at leikararnir fáa eina stóra uppliving, hóast ítróttarligu útlitini ikki eru av teimum bestu.
Uttan føroyingar
Tá hálvfinalan verður leikt, verður tað uttan føroyska hjálp, tí til ta tíð er leigumálið hjá føroyingunum runnið út.
Sum nevnt omanfyri, so er Jens Martin longa farin úr Skotlandi, og seinast í hesum mánaðinum stingur Jens Kristian Hansen eisini í sekkin.
Tá vit í gjár prátaðu við Jens Kristian greiddi hann frá, at hann sjálvandi var eitt sindur harmur um, at hann ikki fær hesa upplivingina við, men tað má bara vera soleiðis, heldur hann fyri.
Hann var tó sera fegin um, at hann nú hevði verið við til at tryggjað hálvfinaluplássið, ið, sum omanfyrinevnt, er tað fyrsta síðani 1973 hjá Ayr United.
Karmarnir undan dystinum vóru eisini sera góðir, tí leikvøllurin hjá Ayr var fyltur á tremur, nú søguliga hálvfinaluplássið stóð fyri framman.
Nýklæktur pápi
Tað var annars mótstøðuliðið, sum fekk ta betru byrjanina upp á dystin, og Jens Kristian greiður frá, at teir í stórum pørtum av fyrra hálvleiki vóru undir hørðum trýsti.
Verjan megnaði tó at standa seg, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki eydnaðist tað enntá at leggja seg á odda. Hetta hendi tá verjuleikari hjá Partick skuldi sparka bóltin burtur. Hann rakti eisini bóltin, men skotið fór á bringuna hjá Neil Duffy, haðani hann støkk aftur í málið.
Ein stór løta fyri Ayr, og ikki minst hjá Duffy, sum vallað hevði sovið tær báðar seinastu næturnar. Kona hansara hevur nevnliga átt sjey vikur ov tíðliga, og tískil hevur leikarin helst hugsað meira um heilsuna hjá nýfødda barninum, heldur enn at fyrireikað seg til dystin.
Í seinna hálvleiki legði Ayr nógv bragdligari fyri, og eftir einans fimm minuttum, kundi Neil Tarrant økja um leiðsluna til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Í skotsku fjølmiðlunum verður nógv skrivað um Tarrant, sum hevur staðið seg avbera væl, síðani hann í heyst varð læntur frá Aston Villa, sum hann hevur sáttmála við.
Hann varð eisini kosin til »man of the match« leygardagin, og nú verður eisini roknað við, at hann verður við í hópinum hjá skotska U-21 hópinum, tá hesin í næstum verður almannakunngjørdur.
Sjálvur helt Jens Kristian tó, at tað heldur átti at verið Duffy, sum fekk henda heiðurin. Ikki bara hevði hann havt ótrúliga ringar umstøður at fyrireika seg til dystin, men hann leikti eisini ein branddyst, umframt at hann var atvoldin til fyrra málið hjá Ayr.
Hvussu er og ikki, so er nú líkt til, at Ayr, uttan føroyingar, fer at spæla fyri fullum húsum, tá teir í hálvfinaluni skulu hitta mætasta liðið í skotskum fótbólti.