Løgtingið bíðar framvegis eftir Eik, hvat viðvíkur at yvirtaka gamla grótbygningin í miðbýnum. Tað var stutt fyri ársskiftið, at løgtingsformaðurin fekk heimild og fígging frá løgtinginum at keypa gróthúsini, sum húsa Eik banka í miðbýnu.
Eftir ætlan skal løgtingið yvirtaka grótbygningin hjá Eik í miðbýnum, men nær tað verður er enn ógreitt. Ætlanin var, at Eik skuldi flyta virksemi úr grótbygninginum yvir í bygningin yviri við Strond, men fyribils hevur Eik ikki fingið játtandi svar til umsóknina um byggiloyvi. Ætlanin er, at Eik skal byggja eina hædd afturat oman á høvuðssætið yviri við Strond, men øll loyvi eru framvegis ikki fingin til vega og eitt nú mælir friðingarnevndin til ikki at geva Eik loyvi.
Herfyri boðaði Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í TF-samtakinum, at alt samtakið skal byggja nýtt høvuðssæti, men hann vildi ikki koma inn uppá, hvar tað skal staðsetast ella hvussu tað ávirkar ætlaðu umbyggingina yviri við Strond.
Páll á Reynatúgvu sigur, at løgtingið roynir at vera tolið, og ikki at leggja ov stórt trýst á, men samstundis ynskir løgtingið at fáa málið avgreitt skjótast til ber.
Hóast einki er undirskrivað, so er ein munnlig avtala millum partarnar, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Tað er okkara fatan, at keypið skal fara ígjøgnum, líkamikið um Eik fær byggiloyvi ella ikki. Vit hava ikki bundið okkum til at taka atlit at eini framtíðar byggiætlan hjá Eik, men vit ætla kortini ikki at tveita teirra starvsfólk út á gøtuna, sigur løgtingsformaðurin.
- Vit hava avtala ein prís og nú ræður tað um at geva teimum ein møguleika at finna eina loysn, sum er brúkbar hjá teimum og at tryggja, at vit fáa bygningin, sum vit hava gjørt eina avtalu um. Um teir ikki flyta innan eina rímiliga tíð ella ikki hava eina ætlan um, hvat teir skulu gera, so hava vit í síðsta enda møguleika at ognartaka bygningin, sigur Páll á Reynatúgvu.