Býarkoyring í Klaksvík

Tað eydnaðist Christiani Guttesen at spurta seg til sigurs, tá býarkoyringin í Klaksvík varð súkklað á norðoyastevnu

Súkkling

Leygardagin stóð næsta súkklukappingin í ár á skránni. Kappingin gekk fyri seg í Klaksvík í samband við norðoyastevnu, sum var í vikuskiftinum.
Skipað varð fyri kappingum millum børn, unglingar og vaksnum. Kappast varð millum bæði gentur og dreingir.
Kappast bleiv í býarkoyring, og gekk leiðin runt Biskupsstøðgøtu, Skúlavegur, Gerðagøtu.
Teir vaksnu koyrdi í 45 min. + 1 umgang Hendan kapping vísti seg at blíva sera spenandi. Eftur einum korteri lukkaðist tað Eli og Christiani at sleppa leysir frá hinum, men felti aftanfyri settu jagtina í gongd eftur teimum. Eli og Christian funnu tó gott útav tí og klaraðu, at halda avstand og til síst fangaðu teir hinar aftur við einum umgangi.
Tá endin var nær, bleiv hugsað meir um fysta plássið, og komin út a sísta umgang, royndi Eli at sleppa frá Christian, men hetta lukkaðist ikki, teir komu lið um lið á teir sístu 50 metrarnar, og í endaspurtinum lukkaðist tað Christian at vinna.
Á triða plássi kom Esmar Joensen.
Unglingar koyrdu saman við teimun vaksnu, og her vann Bergur Johansen framanfyri Torkil Weyhe.
Kappast var í hesum bólkum hjá bæði dreingjum og gentum:

Bólkur I: 1996 til 1998
Bólkur II: 1993 til 1995
Bólkur III: 1990 til 1992
Ungdómur: 1987 til 1989
Vaksin: 1986 og eldri

Úrslitini frá norðoyastevnuni vóru hesi:
Bólkur 1 (1 umgangur)
Dreingir
1Jóannes Albert Nielsen
2Martin Olsen
3Tóri Nielsen

Gentur
1Bjørk
2Maria

Bólkur 2 ( 3 umg.)
Dreingir
1David Langgard
2Kári
3Kristian

Gentur
1Elsa Krosstein

Bólkur 3 (5. umg.)
Dreingir
1Rúni Bláfoss
2Rani G. Jacobsen
3Niels Kristensen

Gentur
1Gerda
2Sára Olsen
3Elsa F. Petersen

Ungdómur (45 mi + 1 umg.)
Unglingar
1Bergur Johansen
2Torkil Weyhe

Vaksin (45 min + 1 umg.)
1Christian Guttesen
2Eli Christiansen
3Esmar Joensen

Næsta kapping verður á Eystanstevnu í Runavík, og koyrt verður leygardagin 12. juni. Koyrt verður Býarkoyring. Lýst verður í skránni nær kappingin byrjar.