Bíblian, innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud

5. partur

Seinast sóu vit, hvussu Harrin talaði við Móses beinleiðis úr tabernaklinum. Vit fara nú frá Mósesi og fram til at síggja, hvussu Harrin helt á at tala við menn. Nú er tað Josva , hin stóri herførari Ísraels.

 

Eftir at tænari HARRANS Móses var deyður, segði HARRIN við Josva, son Nun, tænara Mósesar:

 

"Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum! Josva 1,1-2

 

Síðani heldur hann á at tala við Josva í teimum nýggju fyrstu versunum. Í endanum av 5. kapitli opinberar Gud seg fyri Josva á ein serligan hátt, og eins og tá ið Harrin opinberaði seg fyri Mósesi í tornarunninum, so biður hann Josva lata seg úr skónum, tí staðíð hann stendur á er heilagt:

 

Meðan Josva var staddur við Jeriko, hendi hetta: Honum var hyggjandi upp, og hann fekk tá at síggja mann, ið stóð framman fyri honum við drignum svørði í hondini; Josva fór yvir til hansara og segði: "Ert tú ein av okkara monnum ella ein av fíggindum okkara?"

 

Hann svaraði: "Hvørki! Eg eri høvdingin yvir heri HARRANS - nú eri eg komin!" Tá fall Josva til jarðar á andlit sítt og tilbað; so segði hann við hann: "Hvat hevur harri mín at siga tænara sínum?"

 

Høvdingin yvir heri HARRANS svaraði Josva: "Lat teg úr skónum! Staðið, ið tú stendur á, er heilagt!" Josva so gjørdi. Josva 5,13-15.

 

Eins og hjá Mósesi staðfestir Harrin, at hann stendur aftanfyri Josva, við tað at stór undur henda. Múrar Jerikos detta úteftir, eftir at ísraelsmen hava gingið runt um býin í sjey dagar. Eitt annað er at stórir steinar detta niður av himli omaná fíggindar ísraelsmanna. Og ikki minst tá ið sólin og mánin steðga eftir boði eins mans, Josva.

 

Dómarabókin byrjar við at ísraelsmenn spyrja Harran, hvør nú skal ganga á odda, og Harrin svarar teimum, at Juda skal vera á odda hjá teimum. Í øðrum kapitli síggja vit, at eingil Harrans talar við fólkið. Í gjøgnum dómarabókina síggja vit, at Harrin talar við menn, og eisini kvinnur.

Í 4.kapitli síggja vit, at hann talar gjøgnum Deboru, sum er dómari i Ísrael um ta tíðina. Í sætta kapitli talar hann við Gideon gjøgnum ein eingil.  Í 13. kapitli talar Gud aftur til eina kvinnu, gjøgnum ein eingil. Konan er gift við manni, sum eitur Manoa. Hetta eru foreldrini hjá Samson, hinum víðagitna fyri sína ómetaligu styrki.

Nú koma vit fram til sámuelsbøkurnar, og í næsta parti hyggja vit eitt sindur eftir hinum stóra gudsmaninum Sámuel.

Framhald.