Kjakið um samkynd í Føroyum hevur fingið nýggj bein at ganga á. Felagið hjá teimum samkyndu í Føroyum, Ælabogin, varð sett á stovn fyri nøkrum vikum síðan, og felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra munandi um viðurskiftini hjá teimum samkyndu í Føroyum
Kjakið um samkyndar føroyingar hevur higartil verið merkt av at verða ullint og dult. Gamaní hava samkyndir føroyingar, sum búgva í Danmark, verið í Føroyum og sagt sína hugsan um ringu korini, sum samkynd hava í Føroyum, men tað hevur gingið striltið at fáa føroyingar í Føroyum at siga sína hugsan.
Ælabogin ætlar at gera nakað við ta støðuna, og leygardagin fáa tey fyri fyrstu ferð høvi til at greiða frá sínum sjónarmiðjum í einum almennum kjaki.
Á tabu-ráðstevnuni hjá politisku ungmannafeløgunum fara presturin, O.K Olofsson, og Sonja Jógvansdóttir fyri Ælabogan at siga sína hugsan um støðuna hjá teimum samkyndu í Føroyum.
Ein minniluti
Sonja Jógvansdóttir sigur seg vóna, at kjakið leygardagin verður virðiligt og gevandi. Hon fegnast um, at tey samkyndu í Føroyum fáa høvið at siga sína hugsan í einum almennum kjaki.
? Politisku ungmannafeløgini í Føroyum eru nógv meira progressiv og opin, enn flokkarnir sjálvir. Tað er tí nógv lættari at kjakast við ungmannafeløgini, og vónandi kunnu tey ávirka flokkarnar til at virða tey samkyndu í Føroyum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at kjakið um tey samkyndu verður í alt ov stóran mun stýrt av bíbliuni ella svørtu bókini, sum hon kallar hana. Hon heldur ikki, at tað er rætt, at kjakið um samkynd í Føroyum í 2003 verður stýrt í so stóran mun av skriftstøðum í bíbliuni.
Sonja Jógvansdóttir vónar, at kjakið á ráðstevnuni leygardagin verður sakligt, og at fólk hyggja eitt sindur longur, enn bara at grundgeva fyri sínum sjónamiðum út frá bíbliuni
- Í Føroyum er tað ein lítil minniluti, sum stýrir øllum kjakinum um tey samkyndu. Fjølmiðlarnir hava í hesum sambandi eina stóra ábyrgd. Eg haldi ikki, at fjølmiðlarnir í Føroyum er nóg vaksnir á økinum, tí teir dyrka altíð tað ekstrema, og tað er ikki rætt, tí tað gevur eina skeiva mynd av veruleikanum. Tað hevði verið rættiliga áhugavert at sæð, hvussu stóra rúmd hesin minnilutin í føroyska samfelagnum fær í føroysku fjølmiðlunum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Góða móttøku
Tað eru góðar tvær vikur, síðan Ælabogin varð settur á stovn. Fleiri og fleiri limir leggjast afturat felagnum, og talið er nú millum 25-30 skrásettir limir. Sonja sigur, at Ælabogin hevur fingið góða móttóku, og stóra limatalið vísir, at tørvur er fyri einum felagi fyri samkynd í Føroyum.
-Endamálið við felagnum er, at vit kunnu standa saman og verða hoyrd í føroyska samfelagnum. Skulu vit fáa politikkararnar at gera nakað við málið, er neyðugt, at vit hava eitt felag, sum kann argumentera við sjónarmiðjunum hjá teimum samkyndu. Felagið er eisini eitt slag av hjálparfelagsskapi hjá teimum samkyndu, har tey kunnu kenna seg trygg, greiðir Sonja Jógvansdóttir frá.