Gongdin hjá KÍF hevur verið góð í endaspælinum, meðan tað hevur gingið alt annað enn væl hjá TB, so KÍF má helst átaka sær rolluna sum favorittur undan hesum dystinum. Eitt er tó greitt, at bæði liðini hava enn ein møguleika at vinna bronsuheiðursmerki í landskappingini. Í løtuni liggja tey jøvn í stigum á fjórða plássi, og munurin upp til Drátt á triðja plássi er trý stig, so tí er umráðandi hjá báðum at vinna dystin í teirra royndum at fanga Drátt aftur.