Bíðilistin á heimasíðuna

Leivur Hansen, býráðslimur í Havn, tekur nú Foreldrafelagið upp á orðið. Hann skjýtir upp, at stig alt fyri eitt verða tikin til, at bíðilistin fær innivist á heimasíðu kommununnar

 

BÍÐILISTI

Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur nú um dagarnar aftur hvassliga gjørt vart við vantandi kunningina frá Tórshavnar býráð, tá ið tað snýr seg um listan yvir børn, sum bíða eftir stovnsplássi og hvussu mannagongdin er, tá ið børn verður tikin inn á stovn. Felagið krevur størri opinleika og innlit, og at upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri foreldrini, verða tøkir. Felagið heldur, at ein skipan eigur at verða gjørd, so at til ber hjá øllum, til eina og hvørja tíð, at fáa innlit í bíðilistan, bæði fyri at síggja, hvat nummar á bíðilistanum ein er, og fyri at fáa innlit í lutingina av stovnsplássum í økinum.

Leivur Hansen, limur í Tórshavnar býráð, tekur nú Foreldrafelagið upp á orðið. Hann skjýtir upp, at stig alt fyri eitt verða tikin til, at bíðilistin fær innivist á heimasíðu kommununnar. Á henda hátt fáa øll eina skjóta og lætta atgongd til bíðilistan, har til ber at síggja, hvat nummar á bíðilistanum ein er, og hvussu býtið av stovnsplássum annars er í teimum ymsu økjunum í kommununi.

Málið kemur fyri á fyrst komandi býráðsfundi.