Tað eru tvey lið, ið higartil í ár ikki eru farin av vøllinum við fullari úrtøku, sum hittast í Klaksvík seinnapartin.
KÍ hevur spælt javnt ímóti HB og Víkingi, og EB/Streymur hevur tapt ímóti NSÍ og B36. Í báðum førum var talan um tepur eitt mála tap.
Hjá KÍ ræður um at vinna fyri at halda tørn í B36, sum eftir sigurin í gjár er sjey stig frammanfyri KÍ.
Bæði í KÍ og EB/Streymi dragast teir við skaðar. Í EB/Streymi hava teir færri at velja ímillum. Tí raka skaðarnir rættiliga meint í Sundalagnum.
Hjá KÍ hevur miðverjin Deni Pavlovic brotið hondina. Ólavur Niclasen, Óli Eyðsteinsson Poulsen og Torbjørn Grytten eru eisini skaddir.
Í EB/Streymi sakna teir langtíðarskadda miðverjan Andras Olsen. Teir sakna eisini veteranarnar Arnar Dam og Leif Niclasen, sum eru langtíðarskaddir. Framrættaði Niklas Kruse er skaddur, og so er tað Arnbjørn Hansen, sum ikki verður við frá byrjan. Hann hevur mangan argað KÍ, tá ið hann er skiftur inn í seinna hálvleiki.