Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, eru samd um fyritreytirnar fyri at byggja íbúðir til sinnisveik við Heygsvegin í Havn, har byggiøki er tókt til endamálið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at kommunan tekur á seg at gera eina heildarætlan fyri alt tað stóra økið millum Heygsvegin og sjúkrahúsbygningarnar, so at økið kann fyribils disponerast í mun til framtíðar byggimøguleikar, ferðsluviðurskifti, umhvørvi v. m. Heildarætlanin verður liðug í seinasta lagi 1. mars 2011, og tá eru allar fyritreytir fyri útvegan av byggiloyvum v.m. klárar.
- Bæði Rósa Samuelsen og Heðin Mortensen fegnast um, at byggimálið nú veruliga kann fara í gongd eftir teirri upprunaligu ætlanini. Rósa Samuelsen sigur, at løgtingið skal samtykkja byggiætlanina í vár, og so kann byggingin av íbúðunum til sinnisveik byrja. Í alt er talan um 16 íbúðir, skrivar Tórshavnar kommuna.