Bók um Holocaust ósonn

Altjóða »bestseljarin« hjá Misha Defonsecas um, hvussu hon sum lítil genta yvirlivdi Holocaust í einum úlvaflokki, er reinur heilaspuni Søgan hjá belgisku kvinnuni um, hvussu hon slapp undan nazistunum undir krígnum, gjørdist ein altjóða bestseljari. Men nú viðgongur hon, at alt var tann reini heilaspuni.

Tað skrivar amerikanska blaðið Boston Globe í dag.

Í bókini »Misha: A Memoire of the Holocaust Years« frá 1997, sigur Misha Defonsecas frá, hvussu foreldrini vórðu flutt til konsentratiónsleirin Auschwitz í 1941. Misha var tá bert seks ára gomul, og ? sambært hennara frágreiðing ? byrjaði hon eina fýra ára langa ferð millum Europa og Russland, har hon upplivdi ræðslurnar frá krígnum. Hon yvirlivdi bara, tí hon hitti ein úlvaflokk, sum tók hana til sín.

Bókin hjá Misha Defonsecas er umsett til 18 ymisk mál. Í 2005 kom hon eisini út á donskum undir heitinum »Overlevede blandt ulve«.

Nú viðgongur 71-ára gamla Defonseca fyri Boston Globe, sum livir í Massachusetts, at alt er tann reina lygn og beri heilaspuni.