Hópin av ummælum, bókaprát og hugskot til bókagávur eru at finna í Bókablaðnum, sum fylgir við Sosialinum hetta vikuskiftið
Sjáldan hava so nógv ummæli av føroyskum bókum verið at sæð í senn, sum í Bókablaðnum sum júst er komið á gøtuna.
Millum annað heldur ummælari, at nýggja krimibókin Metusalem er tann besta higartil í røðini hjá Jógvani Isaksen.
Í sera persónligum ummæli av bókini ?Saknaði sonurin? vil Justinus L. Eidesgaard vera við, at ein ikki sørt gølukend ´lovestory´ goymir seg í bókini.
Í ummæli av bókini ?Meg minnist og ørminnsti? avdúkar ummælarin, at tað var ongin minni enn William Heinesen, sum skundaði undir Heina Olsen at byrja at skriva.
Tvey ummæli av spildurnýggjum føroyskum barnabókum eru eisini við í Bókablaðnum, eins og nýggjastu yrkingasøvinini hjá Oddfríð M. Rasmussen og Vidu A. Højgaard eisini verða ummæld.
Í bókapráti greiða teir báðir ritstjórarnir á Vencil frá, hvussu teir royna at geva høvundum góð ráð og nema annars við, hvat teir sjálvir halda verða góðan skaldskap.
Hetta er nakað av tí sum er at finna í Bókablaðnum hjá Sosialinum, har hópin av gávuhugskotum til bókagávur eisini eru at finna.
Tað er Anna V. Ellingsgaarrd, journalistur, sum ritstjórnar Bókablaðið