Sunnudagin 11. desember kl. 15.00 bjóða Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið til Bókadag 2005
Skráin fyri dagin er hendan:
Eftur at Mikkjal N. Helmsdal hevur innleitt dagin, verður upplestur úr nýútkomnum verkum í Klingruni. Høvundarnir, sum fáa 10 min hvør, verða hesir:
Dagny Joensen lesur úr skaldsøguni Hvirlan
Elias Askam lesur úr skaldsøguni Messias II/ Synd drepur Gud
Heðin M. Klein lesur úr savninum Nú ríður tú heim. Í savninum eru yrkingar, sum Heðin hevur enduryrkt eftir norska skaldið Olav H. Hauge.
Vida Højgaard lesur upp úr skaldsøgu síni Mørk.
Dávur í Tjørnuvík og Sveinur Í. Tummasson siga og greiða frá um fyrsta bindi av ævisøguni hjá Dávi, sum fevnir um árini frá 1911 til 1937.
Steðgur: Petur Pólson syngur og spælir løg av nýútkomnu fløgu síni Koma.
Firouz Gaïni lesur úr bók síni Gávur skulu rindast aftur.
Oddfríður Marni Rasmussen lesur yrkingar úr nýggjasta savni sínum.
Carl Jóhan Jensen lesur upp úr bók síni Ó- / søgur um djevulsskap.
Steinbjørn B. Jacobsen lesur upp úr endurminningum sínum Grund 2.
Framløga: Dávur Jacobsen greiðir frá um Íslendska-føroyska orðabók.
Pallborð í forhøllin um evnið: Bókaútgáva í Føroyum/ kor og líkindi
Orðstýrari er Ivan Niclasen
Við pallborðið sita: Helena Dam á Neystabø, Føroya skúlabókagrunnur, Niels Jákup Thomsen, Bókadeild Føroya lærarafelags, Jústinus Ejdesgaard, Rithøvundur, Forlagið Hellurnar, Rói Patursson, Mentanargrunnur landsins, Zakarias Wang, Felagið føroysk bókaforløg
Í sambandi við bókadagin hevur Bókasølan í SMS nýútkomnar bøkur til sølu í forhøllini.