Bókadeildin metsølu

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur rættiliga vind í seglunum
í løtuni.
- Allar bøkurnar seldu væl í fjør, einstakar útgávur seldu framúr væl, og limatalið í bókaklubbunum er eisini økt, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags

Leiðarin á Bókadeild Føroya Lærarafelags kann ikki annað enn fegnast, nú hann situr yvir tølunum fyri árið í fjør. Allar bøkurnar, forlagið gav út í fjør, seldu væl, bæði barnabøkurnar, sum eru ætlaðar bókaklubbanum og hinar útgávurnar. Ein seldi so mikið væl, at sløk hálv mió. krónur var eftir til forlagið, tá ið avtornaði.
- Bókaklubbin hevur viðgongd, talið á limum veksur støðugt, og bøkurnar, sum koma í bókaklubban, verða eisini væl seldar í handlunum. Tí verða nógvar av samprentsbókunum útseldar. Vit kunnu tí ikki siga annað enn, at stórur áhugi er fyri føroyskum barnabókum.
- Tað kann væl hugsast, at góða búskaparliga støðan í landinum er ein orsøk, men eg rokni eisini við, at ein orsøk er, at fleiri foreldur keypa børnum sínum bøkur og at bøkurnar, vit geva út, eru góðar bøkur, sigur Niels Jákup Thomsen.
Bíligar
Talið á bókum, Bókadeildin gevur út, liggur um 40 um árið, har 30 eru smábarnabøkur, barnabøkur og ungdómsbøkur, sum koma í bókalubban. Hinar eru aðrar útgávur, í fjør eitt nú ein fløga og ein kókibók. Bókadeildin fær á hvørjum ári umleið 1 mió. krónur úr landskassanum til sítt virksemi og umsetningurin hesi nógvu seinastu árini hevur ligið um 4,3 mió. krónur.
Longu sum pinkubarn kanst tú gerast limur í bókaklubbanum, og støðugt fleiri foreldur velja at tekna børn síni sum lim áðrenn tey gerast ársgomul.
- Í fleiri ár hevur gongdin verið tann, at tá ið børnini gerast 9-12 ára gomul, falla tey frá. Tá eru so nógv onnur tilboð, men fleiri foreldur halda fram at keypa bøkurnar við vón um, at børnini lesa bøkurnar, tá ið tey byrja at lesa sjálv. Nøkur melda seg úr eina tíð, kanska tí, at tey halda, at tey eiga nóg mikið av bókum, men tá ið so onkur serlig bók kemur út, melda tey seg uppíaftur.
Bøkurnar, sum ikki koma í bókaklubban, kunnu bókaklubbalimir keypa fyri bókaklubbaprís, sum er væl bíligari enn bókin annars kostar. Bøkurnar, Bókadeildin gevur út, eru ikki dýrar og tað er tilvitað frá forlagnum.
- Vit mugu ansa eftir, at bókin ikki verður so dýr, at fólk aftra seg at keypa hana, og verður hon ikki keypt, er einki vunnið. Tí halda vit prísin á einum rímiligum støði. Myndabøkur, sum vit selja fyri umleið 90 kr., kosta væl meiri í til dømis Danmark, sigur Niels Jákup Thomsen.
Gott úrval
Fleiri bøkur, sum forlagið gav út í fjør, skaraðu framúr, hvat sølu viðvíkir. Bøkurnar um Harry Potter, har tann fyrsta er nærum uppseld, kókibókin og Dagbókin hjá Onnur Frank.
- Góður matur úr sjónum varð prentað í 5000 eintøkum, men varð útseld eftir stuttari tíð. Síðani er bókin prentað aftur. Tað er ógvuliga dýrt og orkukrevjandi at geva eina slíka bók út, men tað loysir seg, tí vit hava fingið góðar 400.000 krónur burturúr, sigur Niels Jákup Thomsen.
Eisini Dagbókin hjá Onnu Frank, ein týðing eftir Fridu S. Johannessen, varð útseld.
- Bókin kom ikki út fyrr enn 18. des., men varð longu útseld tveir dagar seinni. Tað er fyrstu ferð, at vit uppliva, at ein slík bók selur so væl. Orsøkin er ivaleyst, at bókin er ógvuliga kend, nógv hava lisið hana á donskum, men ein onnur orsøk er eisini, at upp undir jól í fjør vóru ikki so nógvar føroyskar bøkur at velja ímillum.
Fyri framman
Týsdagin í næstu viku koma ikki færri enn tríggjar upprunaføroyskar bøkur í senn. Talan er um Í Geyma eftir Dánial Hoydal, Geislasteinar eftir Sólrun Michelsen og Margreta og mjólkin eftir Siggu Vang.
Geislasteinar er framhald av bókini Hin útvaldi. Ein ógvuliga spennandi og væl skrivað fantasysøga, sum Edvard Fuglø hevur myndprýtt. Í Geyma er ein rættiliga nógv øðrvísi barnabók, sum Hanni Bjartalíð hevur myndprýtt. Søgugongdin fer fram í hundanstíðini og høvuðspersónar eru nøvn, vit vanliga brúka sum tiltak, eitt nú Kúllur, Gellan, Roksimalena. Øll bókin spælir upp á orð og er skrivað í talumáli. Margreta og mjólkin er søgan um hvaðani mjólkin stavar. Bókin er ætlað teim smáu og er rættiliga ítøkilig. Bárður Oskarsson hevur myndprýtt. Í sambandi við hesar útgávurnar, verða myndir úr bókunum sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík týs- og mikudagin.
Bókadeildin hevur nøkur upprunaføroysk handrit liggjandi, sum væntandi verða givin út.
- Talið á upprunaføroyskum barnabókum liggur um fimm um árið. Flestu bøkurnar eru fantasybøkur. Nógvar spennandi bøkur eru komnar seinnu árini, men saknur er á barnabókum, sum lýsa Føroyar í dag, sigur Niels Jákup Thomsen.
Av øðrum útgávum, sum ikki eru barna- og ungdómsbøkur, kunnu vit nevna Veðrið í Føroyum í stórt hundrað ár eftir Petur Skeel Jacobsen, ið kemur í heyst. Teknisøga um Føroyingasøgu kemur væntandi út í summar. Mark Jiminez, sum er hálvur føroyingur og hevur búð í Føroyum, teknar. Danial Hoydal hevur tekstin til teknisøguna um hendi.
- Nevndin fyri forlagið hevur samtykt, at vit skulu geva fleiri lættlisnar bøkur úr. Vit kundu eisini hugsað okkum at givið fleiri uppruna føroyskar myndabøkur í litum út. Tær eru dýrar at gera, men sum støðan er í løtuni fer tað at bera til.
Trygd
Stuðulin til Bókadeild Føroya Lærarafelags úr landskassanum tryggjar, at útgávuvirksemið er regluligt. Og ikki minst ein rættiliga stóran mentunarligan vinning.
- Stuðulin ger, at Bókadeildin kann virka sum eitt forlag, at fólk kunnu vera í starvi og at vit kunnu løna og samsýna fólki, sum arbeiða fyri forlagið, sum skriva, tekna og so framvegis. Fekk forlagið ikki stuðulin, vórðu útgávurnar tilvildarligar og óregluligar. Í dag setur eingin spurnartekin við, um vit skulu ella eiga at geva barnabøkur úr á føroyskum, men fyri bara fimtan árum síðani vóru rættiliga fáar barnabøkur á føroyskum. Eg haldi ikki, at Bókadeildin kann samanberast við hini forløgini. Eingin annar gevur barnabøkur út og lítlir pengar eru í útgávunum.
- Hinvegin kundu forløgini, sum eru serliga virkin, fingið ein stuðul á hvørjum ári, sum tryggjar, at fleiri bøkur koma út. Ein onnur loysn kundi verið, at ein serlig játtan er til útgávur, har forløgini kunnu søkja pengar. Tað er umráðandi, at pengar eru til at samsýna teimum, sum eiga ein lut í útgávunum, ikki minst teimum, sum skriva.
Niels Jákup Thomsen hevur vónir um, at betri virkiskor til høvundar og onnur listafólk, sum mentunarálitið leggur upp til, eisini fara at gagna barnabókaútgávu.
- Fáa høvundar og listafólk umstøður at arbeiða, ivist eg ikki í, at nógvar og góðar barnabøkur verða skrivaðar. Onnur lond leggja stóran dent á at týða teirra barnabøkur til onnur mál. Hetta verður eisini ein møguleiki hjá okkum sambært mentunarálitinum, sigur Niels Jákup Thomsen at enda í viðtali.