Bókaframløga hjá Suna Merkistein

Fyrsta bindið av trimum um ta samlaðu føroysku fótbóltssøguna hjá Suna Merkistein verður framlagt í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn klokkan 16 í dag.

 

?Reystastu menn í norðum? nevnir Suni Merkistein hesa fyrstu bókina, sum er um tíðarskeiðið frá tí, at Tvøroyrar Bóltfelag verður stovnað í 1892, og til Føroyar spælir landsdyst ímóti íslendska B-landsliðnum á Ólavsøku í 1959.

 

Bókin er slakar 370 blaðsíður, og kostar 249 krónur í bókabúðunum.