Bókhandlarin svarar aftur

Afghanski bókhandlarin Muhammad Rais gjørdist kendur um allan heimin, tá norska tíðindakvinnan Åsne Sejeerstad skrivaði ta kendu bókina "Bókhandlarin í Kabul", sum er um Muhammad Rais og hansara næstu.

Muhammad Rais var alt annað enn fegin um innihaldið í bókini, og hann og onnur gjørdu fleiri royndir at forða fyri, at hon varð givin út uttan fyri Noreg. Eftir teirra tykki segði bókin ikki allan sannleikan, og í summum førum fór hon ov nær teimum persónligu viðurskiftunum.

Nú hevur Muhammad Rais gjørt av at skriva sína egnu bók, og ein partur av henni fer at snúgva seg um Åsne Sejerstad og bók hennara. Bókhandlarin í Kabul kemur til Noregs 5. november, og har fer hann at kanna, hvat norskir fjølmiðlar hava sagt um ta kendu bókina. Hann hevur ikki gjørt av, um hann fer at tosa við Åsne Sejerstad, men hon sigur seg vera til reiðar at hitta hann.