Í steypafinaluni í meistaradeildini hjá monnum var talan um eina heldur serliga finalu, har B-liðið hjá SÍ hevði spælt seg í finaluna við einum sigri á A-liðnum hjá SÍ í hálvfinaluni.
Tað væl mannaða B-liðið, har royndir menn sum Jón Nielsen, Jóhan Petur á Stongunum og Ólavur Jensen eru við á liðnum, ið hevur Jørgen Niclasen sum leikandi venjara, tóku ímóti favorittunum úr ÍF, sum í løtuni er oddalið í meistaradeildini.
SÍ hevði tørv á at fáa eina góða byrjan, og tað fingu teir eisini við at leggja seg á odda 1-0 í settum umvegis 25-20 í fyrsta setti. ÍF kom tó aftur á kósina og vann annað settið 25-20, soleiðis at tað nú stóð á jøvnum 1-1 í settum.
Í triðja setti streyk ÍF avstað og vann sær alt fyri eitt stóra leiðslu, men SÍ stríddi seg so við og við innaftur í settið og kom á odda 14-13. SÍ var fyri tað mesta á odda og hevði tveir settbóltar við støðuna 24-22, men SÍ tók ikki av stóra møguleikanum, og heldur vann ÍF settið 27-25.
SÍ vísti stóra sálarliga styrki í fjórða setti, og við rygginum ímóti múrinum reisti SÍ seg og við 25-19 javnaði til 2-2 í settum. Nú var neyðugt við einum fimta og avgerandi setti.
SÍ legði fyri sum eitt ódnarveður í avgerandi settinum. Skjótt var støðan 5-0 til SÍ, og tá ÍF-liðskiparin, Bartal Eliasen, í øði sló bóltin út til áskoðararnar, fekk hann reytt kort og harvið gav eitt ókeypis stig yvirum netið til SÍ, sum nú var á odda 6-0.
Vánaliga byrjanin hjá ÍF upp á avgerandi setti stóð ikki til at bjarga, og tað endaði við, at SÍ vann settið 15-8 og harvið dystin 3-2. Hetta er fyrstuferð í føroyskari flogbóltssøgu, at eitt B-lið hevur vunnið steypakappingina.
SÍ – ÍF (25-20, 20-25, 25-27, 25-19, 15-8)