Bílig flogfeløg vilja til Føroya

-Vit hava fleiri fyrispurningar frá bíligum flogfeløgunum, sum vilja royna Føroyaleiðina, tá ið flogvøllurin er longdur, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Útbyggingin í Vágunum hevur eftir øllum at døma nakrar kostnaðarligar fyrimunir við sær. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum staðfestir í gjárkvøldið, at landsstýrið hevur fingið nakrir fyrispurningar frá bíligum flogfeløgunum, sum vilja kanna møguleikan fyri at flúgva til Føroya, tá ið flogvøllurin er longdur.

Í gjárkvøldið var politiskur pallborðsfundur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har kjakast var um verkætlanina hjá Hera á Rógvi, búskaparfrøðingi, við heitinum Føroyar, dýrasta land at búgva í.

Í pallborðinum sótu Høgni Hoydal, Jørgen Niclasen, Hans Pauli Strøm, Edmund Joensen, Kári á Rógvi og Per Højgaard, fyri Tórshavnar Kommunu.

Fundarfólki var áhugað at vita, hví Atlantic Airways ikki kann lækka prísirnir, tá ið felagið er partvíst alment átt.

-Eg haldi ikki, at nóg nógv kapping kann koma um Føroya leiðina, tá ið flogvøllurin er longdur, til at prísirnir gerast munandi bíligari, sigur Høgni Hoydal.

-Eg haldi, at Atlantic Airways eigur at verða 100 prosent alment, og at løgtingið eigur at áseta eina príslegu, sum er nøktandi, sigur Høgni Hoydal.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum vísti á, at landsstýrið hevur fingið ítøkiligar fyrispurningar frá bíligum flogfeløgum, og soleiðis væntar hann, at kappingin kann fáa ávirkan á prísleguna.