Mikudagin byrjar HM-endaspælið fyri U21-manslandslið í Póllandi.
Føroyar eru í innleiðandi bólki F saman við Íslandi, Norðurmakedonia og Rumenia. Bólkurin verður leiktur í Katowice.
Føroyska U21-landsliðið kemur at spæla sínar tríggjar dystir í innleiðandi bólkaspælinum tíðliga á degnum.
Mikudagin klokkan 13 spæla Føroyar móti Norðurmakedonia. Hósdagin klokkan 10.45 spæla okkara móti Íslandi. Leygardagin klokkan 10.45 verður Rumenia mótstøðuliðið.
HER er leinkjan til stroymingina frá dystinum millum Føroyar og Norðurmakedonia:
https://www.youtube.com/live/XLeBLwP3sX4?si=9_MksDYrY9ZuXP-O