Bílig grundstykki til sølu á Tvøroyri

Tvøroyrar Býráð hevur eini 8-10 grundstykki, sum ætlanin er at selja so bíliga sum yvirhøvur gjørligt

Bílig grundstykki

Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð roynir tað, hon kann, fyri at fáa fólk at búsetast á Tvøroyri.
Sum eitt lið í hesum, hevur býráðið nú samtykt at lýsa nøkur grundstykki til sølu.
Kommunan eigur eini 8-10 grundstykki inni við Ítróttarhøllina og tey hevur býráðið nú samtykt at lýsa til sølu.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at fólkatalið á Tvøroyri er aftur fallið eitt lítið sindur og at býráðið fegið vil hava fólk at seta búgv á Tvøroyri.
Hann sigur, at tískil hevur býráðið samtykt at selja hesi 8 - 10 grundstykkini fyri sera, sera lagaligar prísir, sum hann tekur til.
Nakað tal vil hann kortini ikki nevna.
Hann heldur ikki, at kommunan missur nakað við at selja grundstykkini bíliga, tí fæst fólk at seta búgv, økir tað um skattainntøkurnar hjá kommununi.
Men hann leggur afturat, at grundstykkini verða bara seld fólki, sum veruliga ætla at seta búgv í kommununi.
? Tey verða sostatt ikki seld fólki, sum eiga hús frammanundan og sum ætla at keypa grundstykki afturat við handilsligum endamáli fyri eyga, sigur hann.
Samstundis fáa tey, sum keypa grundstykkini, eitt rímiligt skotbrá at byggja sær hús, annars fella stykkini aftur til kommuna.
Borgarstjórin sigur til summi av grundstykkjunum er bæði vegur og kloakk og til onnur stykki skal bara ein vegastubbi gerast, so er klárt at byggja.
Borgarstjórin sigur, at ein ávísur áhugi er fyri stykkjunum, nú tey eru lýst til sølu.