Fólk hjá Landsverki eru í løtuni í ferð við at gera kanningar um tunlar á tveimum støðum í Norðoyggjum.
Aðrastaðni á síðuni verður greitt frá hesum kanningum, eins og vit í farnu viku greiddu frá einum uppskoti úr Hvannasundi um eina triðju loysn.
Hetta uppskotið gekk í stuttum út uppá at bora tveir tunlar - ein av Norðtoftum til Árnafjarðar, og ein hagani aftur til Klaksvíkar, hagani ein kundi koyra at kalla beinleiðis í Norðoyatunnilin.
Oyvindur Brimnes kennir eisini til hetta uppskotið, tí teir fyri 1-2 árum síðani vóru á fund júst við Hvannasunds kommunu um hesa loysnina. Hetta uppskotið verður somuleiðis kannað.
- Tær fyribils metingarnar siga kortini, at hetta er ein heldur kostnaðarmikil loysn, leggur hann aftrat.
Enn er eingin støða tikin í nøkrum máli, men sum skilst verður í øllum førum meiri ítøkiligt at frætta um tunlarnar til Viðareiðis og tann Norður um Fjall um ársskiftið.
Sama upphædd
Íbúgvarar í Norðoyggjum hava leingi havt eitt ynski um at gera tað betri og tryggari at koyra gjøgnum tunlarnar á Borðoynni.
Víst verður á, at tunlarnir, sum vórðu skotnir í gjøgnum í árunum 1965 til 1967 vóru hóskandi tá í tíðini. Men nú 40 ár seinni eru teir alt annað er nøktandi til ta nógv øktu og tungu ferðsluna til bygdirnar norðanfyri.
Arbeitt hevur tí verið við eini loysn á hesum trupulleikanum: Í fyrsta lagi at gera ein tunnil í nánd av Strond og yvirum til Norðdepils. Eftir hetta stendur so Viðareiði fyri tørni.
Í ár er játtað ½ mió. kr. til forkanningarnar av báðum ætlanunum. Av tí at mett verður, at tær á ein hátt hoyra saman, er somuleiðis skotið upp at játta hesa somu upphæddina komandi fíggjarár til enn fleiri kanningar og møguliga eisini prosjektering.
Steingja tunnilin
Enn er sum nevnt eingin avgerð er tikin í nøkrum máli. Men óhugsandi er ikki, at mannagongdin verður henda:
Tunnilin Norður um Fjall verður gjørdur fyrst, og síðani verður farið í holt við at geva viðingum sømilig koyrilíkindi. Tá hetta er sagt so er málið um ferðasambandið hjá árnfirðingum ikki gloymt.
Nevndur hevur verið møguleikin snøgt sagt at lata Árnafjarðartunnilin aftur eitt skifti, eftir at koyrandi er gjøgnum tann nýggja tunnilin Norður um Fjall.
Hesa tíðina er so ætlanin at breiðka og hampa um henda tunnilin, samstundis sum árnfirðingar so leingi mugu koyra ein lítlan umveg norðureftir fyri at sleppa til Klaksvíkar.
Hjá Landsverki verður mett, at til ber sjálvandi at hava Árnafjarðartunnilin opnan, samstundis sum arbeitt verður í honum. Men henda loysnin verður bæði dýrari og fer helst eisini at taka longri tíð.
Og sum Oyvindur Brimnes slær fast: - Tað er hóast alt bíligari at breiðka enn at bora nýggjan tunnil!