Nú skal tað verða bíligari at keypa umhvørvisvinarligar bilar, ella elbilar og vetnisbilar.
Nú fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nevniliga at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera elbilar og vetnisbilar mvg-fríar. Men tað verður bara í ár, og næsta ár, at bilarnir verða mvg-fríir, tí síðani skal mvg aftur rindast sum vanligt.
Hon sigur, at samgongan vil, at eisini Føroyar skulu taka sína ábyrgd í heiminum, hvat umhvørvisvinarligum politikki viðvíkur.
Í 2030 er málið, at øll elorka á landi vera frá varandi orku, men fyri at gagnnýta elorkuna, og fyri at fáa fult gagn av umleggingini til varandi orku, skulu føroyingar eggjast til at fáa sær grøna orku.
Hetta er ein partur av tí, og endamálið er at skunda undir føroyingar at fáa sær umhvørvisvinarligar bilar.
Orsøkin til hetta hetta bara verður tíðaravmarka til i ár og næsta ár eru fleiri. Tað gongur skjótt at menna umhvørvisvinarligar bilar, so tað verður mett, at um heilt stutta tíð verða teir kappingarførir í prísi og tá er óneyðugt at teir eru mvg-fríir.
Eisini heldur Kristina Háfoss at tað er rætt at ein slík skipan verður eftirmett eftir tveimum árum.
Í hesum umfari er ætlanin, at tey, sum keypa umhvørvisvinarligar bilar, kunnu mvg av teimum afturgoldið. Men tað mesta, fólk kunnu fáa aftur í mvg verður 70.000 krónur og tað svarar til ein bil, ið kostar 350.000 krónur.
Frammanundan sleppa tey, sum keypa elbilar ella vetnisbilar, heilt undan at rinda skrásetingargjald, vegskatt og umhvørvisgjald hesi næstu fýra árini.