Frá 4. juni lækka prísirnir fyri koyring gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Stakferðir lækka 25% og árshaldini 10%. Økt ferða og landskassastuðl fíggja lækkingarnar. Lækkingarnar fáa gildið dagin eftir norðoyastevnu Hetta hava leiðslurnar í tunlunum báðum tikið avgerð um. Príslækkingin er avleiðing av øktari nýtslu, lægri kostnaði og játtan á fíggjarlógini. Um almenni stuðulin til rakstur verður tikin av á næstu fíggjarlóg, verður neyðugt at endurskoða prísirnar aftur, tó í fyrsta lagi í 2008
Í tíðindaskrivi verður sagt, at ferðslan hevur verið javnt vaksandi í báðum tunlunum. Tað gevur grundarlag fyri at lækka prísin fyri allar bólkar uttan árshaldini, ið ikki fáa hendan avsláttur. Samstundis hevur landið samtykt at rinda fyri tekniska raksturin av tunlunum, og tað gevur grundarlag fyri einum eykaavslátturi.
Nevndirnar hava eisini samtykt, at avgreiðslugjøld skulu takast fyri ávísar tænastur, so sum fyribils flyting av kubba millum bilar og fyri avgreiðslu av túrum hjá bilum, sum hava hald, men hava koyrt uttan kubba, ella har haldið hevur verið í eftirstøðu.
Nevndirnar í p/f Vágatunlinum og p/f Norðoyatunlinum hava tí samtykt hesar broytingar í skipanini, sum fyri fyrst eru galdandi frá 4. juni 2007:
? Prísurin lækkar, soleiðis at gjaldið fyri persónbilar verður 130 kr t/r í mun til 170 kr áður. Gjaldið fyri bilar millum 6 og 12,5 m verður nú 350 t/r í mun til 470 kr áður, og gjaldið fyri bilar omanfyri 12,5 m verður nú 530 kr t/r í mun til 700 kr áður.
? Árshald kosta frameftir 900 kr/mðr í mun til 1000 kr/mðr áður.
? Mánaðaravslátturin verður samsvarandi minkaður til 400 kr/mðr.
? Avgreiðslugjald fyri fyribilsflyting av kubba millum bilar verður sett til 250 kr.
? Avgreiðslugjald fyri avgreiðslu av túrum hjá bilum, sum hava hald, men hava koyrt uttan kubba, ella har haldið hevur verið í eftirstøðu, verður sett til 50 kr.
? Avgreiðslugjald fyri kontuavrit og túrútskrift verður sett til 15 kr.
Avslátturin er sjálvvirkandi galdandi fyri tey, ið hava hald frammanundan, soleiðis at minni verður tikið fyri hvønn túrin, eftir at prísurin er lækkaður. Hetta svarar til, at fyri hvørjar 4 túrar, ið vóru eftir á kontuni, verður 1 túrur lagdur afturat.
Nevndirnar í tunlunum eru samdar um, at neyðugt verður at endurskoða prísirnar aftur, um almenni stuðulin til rakstur verður tikin av á næstu fíggjarlóg. Prísirnir verða tó í fyrsta lagi endurskoðaðir í 2008.