Málið um at velja nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum fyri Bárð Nielsen hongur í løtuni í leysum lofti.
Boðini um, at landsstýrismaðurin fór frá, komu út klokkan 10 í gjáramorgunin. Klokkan 12 kom so tíðindaskrivið frá Sambandsflokkinum, har kunngjørt var, at Kaj Leo Johannesen tekur við sessinum.
Í tíðindaskrivinum stendur soleiðis: “Tingbólkur Sambandsfloksins hevur á fundi í morgun valt Kaj Leo Johannesen til landsstýrismann í fíggjarmálum.
Tað verður formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, sum tekur við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum eftir Bárð Nielsen. Tað hevur tingbólkur Sambandsfloksins gjørt av á fundi í morgun.”
Klokkan 16 í gjár kundi útvarpið so boða frá, at Kaj Leo Johannesen ikki fór at taka við sessinum sum landsstýrismaður, um prísurin var, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fór uppí tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum.
Sambært Kaj Leo Johannesen, formann í Sambandsflokkinum, liggur bólturin nú hjá løgmanni, ið sum kunnugt er staddur uttanlands. Men Sosialurin skilur, at løgmaður als ikki kennir á sær, at bólturin liggur hjá sær, men at hetta í fyrsta lagi verður tikið upp, tá hann kemur aftur í annaðkvøld.
Úti millum fólk hava nógvar gitingar og prát verið um støðuna sum kom í. Millum annað hevur ivi stungið seg upp um, hví Sambandsflokkurin gjørdi, sum hann gjørdi. Vit hava prátað við Kaj Leo Johannesen um málið.
Formel avgerð
Hví sendu tit tíðindaskrivið út áðrenn løgmaður hevði fingið høvi til at góðkenna valið av nýggjum landsstýrismanni?
Tað er meira formelt, at hann skal góðkenna valið av mær sum landsstýrismann. Tingbólkurin hevur peikað á meg sum landsstýrismann, og tað eri eg glaður fyri, tí tað er ein álitisváttan á meg. So nú er bara tað formella eftir. Vit vildu gera skjótt av, tí royndirnar siga, at tess longri ein bíðar, tess verri. Tað vita øll, sum hava tikið lut í samgongusamráðingum. So tað haldi eg, at vit gjørdu rætt.
Men sjálvandi blívi eg ikki formelt innsettur, fyrrenn løgmaður hevur sett meg sum landsstýrismann. Men eg gangi út frá, at øll skilja, at ein sambandsmaður kann ikki fara út, um ein javnaðarmaður kemur inn, tí eg fari ikki at minka um okkara tingbólk.
Hava greiða avtalu
Tá tit so skriva í tíðindaskrivinum, at tú tekur við sum landsstýrismaður eftir Bárð Nielsen, hví taka tit so ikki fyrivarni fyri tí í tíðindaskrivinum?
Tað hava vit sjálvandi tikið atlit til, eisini tá vit sendu tíðindaskrivið. Vit vita útmerka væl, at Heðin er næsti maður á listanum. Men vit ganga sjálvandi útfrá tí, at Javnaðarflokkurin og løgmaður finna útav sínum tingum við Heðin Mortensen. Hvat stempul vil hann hava á pannuna, tá hann kemur inn í Løgtingið? Skal hann inn á lista B ella lista C ella hvat vil hann?
Vit høvdu eina greiða avtalu við løgmann um, at tað er Javnaðarflokkurin, sum skal syrgja fyri... tað er jú soleiðis, at eg og Lisbeth umboða Suðurstreym, og tann greiða fatanin í tí avtaluni millum okkum er sjálvandi tann, at um ein av okkum fer í farloyvi ella úr tinginum, so taka vit tað fyri givið, sjálvandi, at ein javnaðarmaður ikki tekur við tingsessinum. Tað haldi eg, at øll skilja og tað ger Javnaðarflokkurin eisini.
Handan avtalan, hvar og nær varð hon gjørd?
Vit hava tosað fleiri ferðir við Jóannes um hetta, og tað skal so ikki vera ein trupulleiki. Tað eigur ikki at vera ein trupulleiki. Og tað skal hann so tosa við Heðin um, og so tosa vit saman um tað, og so gangi eg útfrá, at vit finna eina loysn. Rokni eisini við, at løgmaður eisini vil hava skil á hesum.
Ikki koyrdur úr flokkinum
..Nú verður ósemjan tikin við inn í samgonguna...
Um hann (løgmaður, red.) ikki klárar at loysa ósemjuna millum Javnaðarflokkin og Heðin, so hava vit eina nýggja støðu, so einfalt er tað... Eg havi tosa við Jóannes um hetta, og hann sigur, at bólturin liggur hjá sær, at hann skal tosa við Heðin Mortensen, so tað bíði eg bara eftir.
.. Vit hava ikki gjørt nakað galið..
Men tað hevur Heðin Mortensen heldur ikki..?
Nei, men nú má hann bestemma seg til, hvønn hest hann vil ríða á. Man kann ikki ríða á tveimum hestum í senn.
Men var tann avgerðin ikki tikin eftir síðsta býráðsval, tá Heðin varð koyrdur úr Sambandsflokkinum?
Mærvitandi er Heðin Mortensen ongantíð koyrdur úr Sambandsflokkinum. Eg havi ongantíð koyrt hann úr, og tað havi eg heldur ikki mandat til.
Men hvussu kann hann so vera borgmeistari í einari býráðssamgongu, har Sambandsflokkurin er í andstøðu?
Tað mást tú spyrja lokalfelagið um, tí eg havi ikki koyrt hann úr flokkinum. Løgmaður hevur samgonguna at hugsa um og Heðin Mortensen at hugsa um. Og hann hevur ábyrgdina av báðum.
Hava tit bjóðað Heðini at gerast limur í Sambandsflokkinum aftur?
Ikki mær vitandi, nei. Men, hetta er sjálvandi typiskt Heðin, hann liggur og spælir øll út móti hvørjum øðrum (flennir..)
Ikki slit
Um Heðin kortini velur at fara upp í Javnaðarflokkin í tinginum, hvat gera tit so?
So eru fleiri møguleikar, tað eru tað altíð í politikki, so skulu vit í øllum førum tosa rættiliga álvarsliga um hetta.
Fara tit at seta samgonguna uppá spæl?
Nei, vit hava eitt gott samstarv í samgonguni, og tað skulu ikki vera einkultpersónar, sum sleppa at slíta samgonguna.. Eg trúgvi ikki øðrum enn, at vit finna eina loysn á hesum málinum.