– Búnaðarstevnan er virkin fyri tey sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar, og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum, siga fyrireikararnir.
Búnaðarstevnan er væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara.
Fundarstjóri er Karl Johansen, sýslumaður.
10:00: Skráseting
10:30: Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna.
10:45: Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður
• landbúnaður, ferðavinna og umhvørvið
11:30: Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Hovíkssáttmálin – Jenis av Rana, landsstýrismaður
12:00 Miðmálið
Framløgur:
13:00 Framløga: Jóannes Johannesen: Miðstovugarðurin framleiður/selur: Mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, eplir, røtur, umframt ymiskt grønmeti.
13:20 Framløga: Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen: matkovin.fo
13:40 Framløga: Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele: GPS skipanin Spora
14:00 Framløga: John Mortensen, Jarðir: ein felags pallur fyri jarðareigarar og fyrisitarar
14:30 Framløga: Høgmofjøs AS: Nútímans seyðahús, innrætting, útgerð vm.
15.00 Framløga: Tróndur G. Leivsson, Búnaðarstovan: Seyðahald
15:30 Framløgur liðnar/kaffi vm.
16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.
Evni er: Ferðavinna og landbúnaður.
Nú hava so jarðareigarar og fyrisitarar tikið stig til at finna eina loysn. Landbúnaðurin er ein náttúrligur partur av ferðavinnumenningini og eigur at fáa góðar karmar og møguleikar til at menna seg innan ferðavinnuøki. Kjakst verður um samstarv, menning og fíggingarmøguleikar og annað viðkomandi. Pallborðsluttakarar verða úr vinnuni og fyri avvarandi mynduleikar.
Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt.