Bøndur krevja kreppuhjálp

Tað sjáldsama heita summarið hevur oyðilagt nógv av grøðini í fleiri ES-londum, og nú krevja bøndurnir í Fraklandi, at tað almenna skal veita teimum kreppuhjálp.

Fronsku bøndurnir siga, at korn- og hveitiheystið verður kanska eini 25 prosent minni enn væntað, og stjórnin í París hevur lovað at hjálpa teimum. Jean-Pierre Raffarin, forsætisráðharri, hevur sagt, at bóndafelagið og aðrir landbúnaðarfelagsskapir kunnu fáa einar fýra milliardir krónur í kreppuhjálp. Nakað annað er, at franska stjórnin hevur als ikki ráð at rinda bøndrunum so stórt endurgjald, tí landið hevur longu frammanundan størri hall á fíggjarlógini, enn ES-reglurnar loyva.

Kortini verður roknað við, at ES fer at taka undir við ætlanini hjá fronsku stjórnini, tí tað verða neyvan bara teir fronsku bøndurnir, sum fara at biðja um kreppuhjálp, tí summarið hevur eisini verið óvanliga heitt í fleiri av hinum londunum.