Býráð ella bíðiráð?

Børnini bíða eftir ansingarplássum!

Gomlu okkara bíða eftir røktar- og umlættingarplássum!

Ungar familjur bíða eftir grundøkjum at byggja á!

Sinnisveik og foreldur teirra bíða eftir tryggum bústaðarmøguleikum!

Á psykiatriskum deildum bíða borgarar í vónloysi eftir at sleppa út aftur í frælsi eftir lokna viðgerð!

Skúlabørn bíða á 4. árið eftir skúlalækna!

?og vit kundu hildið fram.

Spurningurin er tí nærliggjandi, um núverandi býráð hevur rætt til býráðsheitið, um ikki rættara heitið hevði verið bíðiráð?

Legg merki til, at í flestu av hesum nevndu førum eru tað tey veiku okkara millum, sum liggja undir og verða forsømd.

Hví hava øll hesi óføru fólk, sum í dag sita í býráðnum, ikki loyst tey mál, m.a. barnaansingar, sum tey nú í bløðunum, á fundum, á internetinum v.m. siga seg kunna loysa uttan hóvasták?

Er tað rætt at lata tey halda fram at spæla býráð í fýra ár afturat?


Jenis av Rana