Býráðið fyri allar borgararnar

  

Jói Winther, Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu
???????????

Vit mugu aftur skapa álit millum borgararnar og Býráðið. Hetta má gerast við at borgararnir verða hoyrdir og hava møguleika at gera viðmerkingar, tá ymisk arbeiði verða sett í gongd, og at tey verða hoyrd. Her hevur ofta verið klombrut atborið, so sum í byggi málum, og mugu greiðir framferðarháttir setast í verk, so ikki skal komast aftur um aftur so oftani.
Býráðið má leggja áherðslu á at skapa so góðar karmar fyri vinnulívi sum gjørligt, eitt nú við grundøkjum til handil og ídna, so at nøkur langtíðar arbeiðspláss verða skapt. Ikki mugu tey nýggju økini í kommununi gloymast, og verða vit noydd til at gera alt fyri at liviligt skal verða í útjaðarinum.
Fjarstøðuplássini mugu tryggjast, so at skúlanæmingarnir í barnaskúlunum fáa somu tilboð sum tey í Havn, uttan at støðið verður lækkað nakrastaðni.
Tey ið eru í býráðnum skulu minnast, at tey eru fyri allar borgarar í kommununi, og tey skulu taka avgerðir hareftir.