Býráðið í Havn samtykt ábøtur til vegakervið

Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at játta 11,4 mió. kr. til ábøtur í býnum.

Rigmor Dam



Varðagøta tryggari

200.000 kr. vórðu settar av til at økja um trygdina hjá skúla- og barnagarðsbørnum á Varðagøtu. Páll Petersen, formaður í teknisku nevnd, sigur, at tað serliga er krossurin Brattabrekka/Varðagøta, og økið við barnagarðin og vøggustovuna, talan verður um at fremja ábøtur á. Eisini sigur hann, at ikki er greitt enn, um vegurin skal einsrættast, soleiðis sum íbúgvarnir við Varðagøtu hava ynskt tað í fleiri ár. Men helst kemur eitt slag av víkiplássi í sambandi við av- og áskipan av børnum til stovnarnar.


Marknagilsvegurin

Til at gera ein part av Marknagilsvegnum afturat, vórðu játtaðar 7,5 mió. kr.

Í hesum umfari er tað strekkið út til Svaldbardsvegin, talan er um. Páll Petersen sigur, at hetta er enn eitt stig á leiðini, men enn táttar nógv í, tí vegurin skal gerast nógv longri. Hann roknar tí við, at kostnaðurin kemur upp á minst 12 mió. kr.


R.C. Effersøesgøta tryggjast

Sera vandamikið strekkið í Havn er á R.C. Effersøesgøtu, har bilarnir úr SMS koma út. Fyri at bøta um ferðsluruðuleikan har, játtaði býráðið 850.000 kr. til eina rundkoyring ella líknandi, sum kann minka um ferðina á vegastrekkinum.


2. byggistig

við Landavegin

Á Landavegnum, frá Málinghandlinum niðan á Frælsið, skal farast undir 2. byggistig. Til hetta endamál játtaði býráðið 300.000 kr. til gongubreyt o.l.


Kloakk til Eysturbðin

Eysturbýurin er einasta øki í Havn, har ongin kloakkskipan er enn. Tí samtykti býráðið at játta knappa mió. kr. til at fáa skil á einum øki av býarpartinum, sum er býttur upp í fýra øki. Í løtuni rennur øll evjan út í Sersjantavíkina Yviri við Strond.


Lokið á

Havnará hoknar

Býráðið játtaði eisini 100.000 til at kanna standin á lokinum á Havnará. Fólk eru vorðin varðug við, at økið frammanfyri Gamla Apotek hoknar undir nógvu ferðsluni, og tí er vandi fyri at okkurt tungt akfar kann detta ígjøgnum asfaltið.