Býráðið skal halda seg vekk frá ólavsøkukonsertini

- Her má vera komið rusk í floytuna.

Tað sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð um avgerðina hjá Býráðnum at taka ólavsøkukonsertina frá FUTT. - Sannroyndin er, at Tórshavnar býráð í málum, sum hava við list at gera, er farið inn á prinsippið um armslongdarfrástøðu, sigur hann í viðmerking í kvøld.

- Tað merkir, at politikarar kunnu játta pengar til list, men innihaldi og sniði skula teir halda seg langt frá,

Men hesa ólavsøkuna heldur hann, at tað gongur striltið at halda seg í skinninum.

- Undir onkrum skjúrtufaldi hava býarpolitikarar avgjørt at leggja seg beinleiðis út í fyriskipanina av listarliga innihaldinum í Ólavsøkukonsertini.

- Tað kann so væl vera, at endurnýgging skal til her eins og alla aðrastaðni, men tað er ikki rætti mátin, at Tórshavnar kommuna sjálv átekur sær at standa fyri slíkari konsert.

Hann kann ikki hugsa sær annað enn, at tað elvir til fløkju og klandur og helst eisini til óneyðugar útreiðslur fyri kommunukassan.

- Eitt so stórt átak sum Ólavsøkukonsertina eigur kommunan at leggja út til fólk og/ella feløg, sum bjóða seg fram at standa fyri henni, á sama hátt, sum loyvi verða givin privatum og hálvalmennum áhugamálum til alt møguligt annað á ólavsøku.

Hann sigur, at tað undrar hann stórliga, at akkurát tann lýsandi Ólavsøkukonsertin skuldi enda sum kastibløka nú, meðan onnur siðbundin tiltøk á ólavsøku eru púra friðað fyri broytingum í fyriskipanini.

- Hetta er eitt greitt tekin um, at sólin skínur ikki líka væl á øll í Havn longur, sigur Jógvan Arge