Katrin Dahl
býráðslimur
Hetta, lutvíst tí eg haldi at tólv ár aktivt í politikki er nóg mikið, her átti at verið eitt hámark, eingin skuldi sloppið at sitið í býráði ella á tingi í meira enn tólv ár í senn. Eisini er tað vegna aldur og av privatum orsøkum at eg ikki stilli uppaftur.
Eg fari at takka øllum teimum, sum hava stuðlað meg, bæði til valini og í mínum arbeiði sum býráðslimur, har eg altíð havi fingið positivan stuðul frá veljarunum.
Eisini fari eg at takka teimum starvsfólkunum í býráðsumsitingini, sum eg havi samstarvast við. Tað er ikki altíð lætt at starvast saman við politikkarum, men uttan gott samstarv við umsitingina hevði lítið komið burturúr. Hjartaliga takk fyri hesa tíðina, altíð hjálpsom, altíð góð at heita á og altíð góð í ráðum. Samstarvið við tykkum fari eg at sakna.
Hetta hevur verið ein áhugaverd tíð, sum eg ikki vildi verið fyri uttan.
Sum aktivur politikkari fært tú nógv, men mást eisini geva nógv.
Val stendur fyri durum, fleiri nýggj andlit verða at síggja í býráðnum eftir valið, við tað at vit eru fýra, sum ikki stilla uppaftur, og helst hevði tað verið gagnligt, um fleiri blivu útskift. Vit hava brúk fyri nýggjum kveistrum.
Tann politikkur, sum listi A hevur staðið fyri hesi seinastu mongu árini, hevur verið til stórt gagn fyri høvuðsstaðin. Vit eiga ein reinan og vakran bý, ein bý, har fólk trívast og eru góð við, ein høvuðsstað, sum vit kunnu vera stolt av.
Men stórar uppgávur liggja fyri framman. Býurin stendur fyri stórum avbjóðingum. Oljuvinnan krevur sítt á øllum økjum. Møguleikarnir hjá ferðavinnuni mugu útbyggjast. Umráðandi er at halda áfram við útbyggingini á tí sosiala, tí mentunnarliga og tí tekniska økinum, samstundis sum tað má førast ein skynsamur fíggjarpolitikkur.
Á lista A eru 17 dugnalig valevni, sum vilja halda áfram við sama útbyggingarpolitikki, sum listi A hevur staðið og stendur fyir.
Her eru fólk, kvinnur og menn, við stórum týdningarmiklum lívsroyndum. Fólk, sum hava drúgvar royndir í vinnulívinum, í ferðavinnuni, á mentunar og sosiala økinu m sum hava gott innlit í fíggjarviðurskifti.
Tí fari eg at mæla til, at um tú vilt høvuðsstaðnum væl, so set krossin við lista A ella eitt av valevnunum á lista A til býráðsvalið 21. november.
Hetta fyri at tryggja Havnini eina góða og trygga framtíð inn í hesa øldina.