? Tað veit eg ikki, men gravsteinar doyggja so ongantíð út.
Í desember mánaði í 1997 fór Bárður Lava Olsen í læru sum grótsmiður hjá Óla Nielsen á Ternuryggi í Havn. Bárður var fyrsti føroyingurin í fleiri áratíggju, sum fór undir at læra til grótsmið, og í tí sambandi hevði Sjónvarp Føroya leitað sær niðan á Ternurygg at tosa við Bárð, um hvørjar møguleikar hann sá í at arbeiða við gróti.
Nógv vatn er runnið í ánni, síðan speisku viðmerkingina í Degi viku frá Bárði Lava Olsen um, at gravsteinar ongantíð fóru at doyggja út. Hann er í dag útlærdur grótsmiður, og hevur sett á stovn egið grótvirki, sum hann kallar Basalt. Ikki kann sigast, at útlærdir grótsmiðir eru nógvir í Føroyum, tí 25 ára gamli havnarmaðurin er fyrsti útlærdi grótsmiðurin í Føroyum síðan 1962, tá Árni Ziska Sondum fekk sítt sveinabræv.
Meðan flestu javnaldrar hjá Bárði valdu at fara í Hoydalar at lesa um Aristoteles, týskar hvørjumfalls bendingar og at loysa líkningar, var ungi havnarmaðurin ikki í iva um, at meitilin, hamarin og grótið skuldi gerast hansara lívleið.
? Líka síðan í 3. flokki havi eg vitað, at eg tímdi ikki at ganga skúla. Eg dugdi hvørki at skriva stíl ella rokna í fólkaskúlanum, og tí havi altíð vitað, at mín lívsleið skuldi vera innan tað handaliga, greiðir Bárður Lava Olsen frá.
Starvsvenjingin avgerandi
Eldhugan fyri gróti fekk Bárður sum 16 ára gamal, tá hann var í starvsvenjing á einum grótvirki. Eftir tær báðar vikurnar í starvsvenjing, varð havnarmaðurin sannførdur um, at hann fór at læra til grótsmið.
? Í 9.flokki var eg í starvsvenjing sum timburmaður, men tað segði mær púrt einki. Um tað mundi fylgdist eg nógv saman við einum drongi, sum eitur Johan, og pápi hansara hevði eitt grótvirki, og tí spurdi eg, um eg kundi sleppa í starvsvenjing hjá honum. Eg var hjá honum í tvær vikur, og tað var fantastiskt, greiðir Bárður frá.
Eftir 10. flokk arbeiddi Bárður eitt skifti hjá Robert Brockie og á Skipafelagnum, áðrenn hann í desember 1997 fór í læru sum grótsmiður hjá Óla Nielsen. Fyrstu trý árini av lærutíðini var Bárður hjá Óla, meðan seinasta árið lærdi hann í Íslandi.
? Eg havi altíð viljað gjørt okkurt øðrvísi, sum onnur ikki fáast við. Eg merki eisini væl á fólki, at tey halda, at tað at vera gróthøggari er sjáldsamt, tí hvørja ferð, eg greiði teimum frá, at eg eri grótsmiður, standa flestu teirra spyrjandi. Hetta aftur-svarið kemur helst av, at fólk seta gravsteinar í samband við kirkjugarðar og deyðan.
Hvat er so hugtakandi við gróti?
? Tað er eitt ordiligt handverk at arbeiða við gróti, tí tú gert alt frá botni. Arbeiðið er eisini rættiliga fjølbroytt, tí tú kanst gera borðplátur, hillar, fasadur, gravsteinar, stakar, lampur og klokkur, heldur ungi grótsmiðurin.
Ikki vandaleyst
? Tað eru fleiri lærlingar, sum gevast, tí teir sláa seg so ofta í hondina. Eg havi einaferð rakt so hart niður á hondina, at eg steinsvímaði. Eg minnist ein, sum eg tók tók sveinaroyndina saman við. Hann varð so móður, at hann legði tummilin á meitilin og knallaði hamaran á, og tað var eingin pen sjón.
Arbeiðið sum grótsmiður er eftir øllum at døma ikki heilt vandaleyst. Spurdur, hvat fær ein til halda á við yrkinum, tá møguleikin fyri at bróta fingrarnar javnan er til staðar, svarar Bárður Lava Olsen:
? Tú venur teg við tað. Tá, tú hevur lært í fýra ár, kemur tað ikki so ofta fyri. Eg tosaði einaferð við Petur Magnussen (fyrrverandi hondbóltsmálverji í Føroyum, blðm), og hann segði, at hann elskaði at fáa bóltin í gronina. Kanska er tað sum hjá hondbóltsmálmonnum, at tú gerst so tvørur, at tú setir tær fyri, at tú skalt gjøgnum pínuna.
Grót og aftur grót
Bárður Lava Olsen sigur seg altíð hava havt ein dreym um at hava egið virki, og fyri hálvum øðrum ári síðan gjørdist hesin dreymur veruleiki. Síðan hann byrjaði hevur hann millum annað lagt flisar í nýggja og snotiliga Føroya Tele bygninginum, og sett gamla Kongaminnið í stand.
Fyri at betra um umstøðurnar fór hann í summar undir at leiga fyrrverandi mekaniska verkstaðin. 25 ára gamli grótsmiðurin dylir ikki fyri, at hann hugsar nógv um nýggja virkið og grót í gerandisdegnum.
? Eg hugsi altíð um grót. Gangi eg eftir eini gøtu, hyggi eg altíð inn í garðin hjá fólki at kanna flísarnar. Komi eg framvið einum veggi ella einum gólvi í einum handli, so má eg nema við, fyri at vita, hvørjum tilfari tað er gjørt úr. Tá eg eri inni hjá fólki, fái eg heldur ikki ordiliga hildið mær at hyggja, hvørjar flísar tey hava, og tá leggi eisini eg automatiskt hondina á gólvið, sigur hann.
Er nakað byggiarbeiði úr gróti, ið hugtekur teg?
? Eg elski at ganga framvið Føroya Sparikassa og Tórshavnar býráð í gongugøtuni, tí tað arbeiðið, sum er lagt í teir báðar bygningarnar, er heilt Fantastiskt. Arge-menninir vóru ordiligir grótsmiðir. Teir bóru alt við hond, so tað er ikki sum í dag, har stórur partur av arbeiðinum er automatiseraður. Jógvan Arge hevur skrivað í bókini um arge-menninar, at hóast teir mistu fingrar undir arbeiðinum, so hildu teir kortini á, so tað hevur verið ótrúliga hart hjá teimum, fortelur 25 ára havnarmaðurin.
Minnist nøvnini
Ein týðandi partur av dagliga arbeiðnum hjá Bárði er at gera gravsteinar. Deyðin vekir kenslur okkara á ein heilt serliga hátt, og ungi grótsmiðurin dylir ikki fyri, at tað mangan er torført at renna burtur frá teimum sorgarleikunum, sum krevja mannalív. Hann heldur, at tað er serliga torført, tá talan er um smábørn ella ung, sum hava latið lív.
? Tað er komið fyri, at heilar familju hava grátið framman fyri mær. Eg havi eisini verið noyddur at klemma gamlar ommur, sum hava mist sín mann.
Bárður sigur, at arbeiðið at gera gravsteinar vekir heilt serligar kenslur hjá sær persónliga.
? Eg minnist øll nøvnini á teimum gravsteinunum, sum eg havi gjørt. Hoyri eg navnið, minnist eg alt fyri eitt, nær viðkomandi varð føddur, og hvør tekstur varð skrivaður á steinin. Summir steinar eru prentaðir í høvdinum á mær, og tá eg møti foreldrunum, so hugsi eg um deyða barnið, sum eg gjørdi ein gravstein til. Tað kann eisini koma fyri, at eg síggi deyðu fólkini fyri mær, tá eg høggi stavirnar út, hóast eg ongantíð havi møtt teimum, fortelur Bárður Lava Olsen,
Hann kortini slær fast, at arbeiðið at gera gravsteinar órógvar hann ikki í gerandisdegnum, men hann hugsar kortini um tað.
? Eg rokni ikki við, at øll, sum fáast við gravsteinar í Føroyum, hava tað sum eg, men soleiðis havi eg tað nú einaferð, endar Bárður Lava Olsen.