Hendan veturin hevur verið ógreitt, hvar fótbóltsframtíðin hjá Bárði Olsen lá. Miðvallarin hevur spælt við AB seinastu árini, men hendan veturin hevur Bárður Olsen vant við bæði HB og næstbesta liðnum hjá B36. So seint sum síðsta vikuskifti spældi Víkarmaðurin eisini venjingardyst við næstbesta liðnum hjá B36, men í kvøld er blivið greitt, at Bárður Olsen verður aftur at síggja á liðnum á Argjum.
Tað kunnger AB í kvøld. Partarnir eru blivnir ásamdir um ein sáttmála, sum fevnir um kappingarárið 2017.
Bárður Olsen er ein av fleiri leikarum, ið verða aftur at síggja í leikbúnanum hjá AB í ár. Teitur Jóannesarson, Mikkjal Hentze og Martin Midjord, sum allir spældu við Giza Hoyvík í fjør, eru somuleiðis allir komnir aftur til AB eftir at hava roynt seg aðrastaðni í stutta tíð.