Bárður Nielsen, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður, vísir ikki aftur, at hann stillar upp til komandi løgtingsval. Í samrøðu við Sosialin, sum kemur á gøturnar í dag, sigur Bárður Nielsen, at hann ikki hevur tikið nakra endaliga støðu um møguliga uppstilling.
- Men eg kann hvørki útiloka, ei heldur siga, at eg fari at stilla uppaftur, sigur maðurin, sum bæði hevur verið løgtingsmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri Sambandsflokkin.
Bárður Nielsen sigur, at fer hann at stilla uppaftur, verður tað tí, at hann hevur nakað upp á hjartað - og at hann tá heldur seg kunna ávirka mál rætta vegin, sum hann tekur til í samrøðu við Sosialin.