Bárður Nielsen stillar upp

Bárður Nielsen, fyrrverandi landsstýrismaður, ætlar sær aftur upp í politikk. Hann er á listanum hjá Norðstreymoyar Sambandsfelag, skrivar Sambandsflokkurin á síni heimasíðu.

Bárður Nielsen varð valdur á ting í 2002 og var fíggjarmálaráðharri í samgonguni millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum tók við í februar 2004.

Hann gavst í politikki á vári 2007, tá hann tók við stjórastarvinum fyri verkætlanina við Stórutjørn. Tá segði hann við miðlarnar, at hann var enn ungur, og hann fór kanska upp í politikk aftur seinni. Hann er fíggjarstjóri á Vodafone í dag.

Magni Laksafoss, tingmaður, er eisini á listanum hjá Norðstreymoyar Sambandsfelag.