Bárður og teir liggja væl fyri

Holte IF, við Bárði B. Mikkelsen á liðnum, er millum fremstu liðini í bestu deildini, bara tvey stig aftan fyri oddaliðið

Útisetaflogbóltur

Tað gongur sum eftir ánni hjá Bárði B. Mikkelsen og teimum í Holte IF, sum í løtuni er á triðfremsta plássinum og eitt av trimum liðum, ið bara eru tvey stig frá oddasessinum.
Um vikuskiftið spældi Holte IF móti Middelfart VK, sum Bárður og teir eisini vunnu ímóti í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, og enn eina ferð gekk eftir vild.
Holte IF vann dystin trygt 3-0, við settúrslitunum 25-21, 25-18, 26-24. Frá byrjan var dysturin nakað javnur, men skjótt hevði Holte IF fingið tamarhald á støðuni ? serliga við góðum álopsspæli.
? Blokkurin og verjuspælið skulu kortini verða betri, tí Middelfart VK fekk ov nógv mál ov lættliga frá okkum, sigur Bárður B. Mikkelsen.
Komandi vikuskiftið skal Holte IF til Århus at spæla móti uppflytarunum úr ASV Århus, og har ætla Bárður og teir sær enn ein sigur.
Marienlyst Odense er á odda við tíggju stigum, og á trimum teimum næstu plássunum koma so DHG Odensen, Holte IF og Skovbakken Volley við átta stigum í part, nú summi lið hava spælt fimm og onnur seks dystir.

Juanna og tær taptu
Ikki gongst so væl hjá Juannu S. Joensen og hennara liði, Aabyhøj IF Volley, sum sunnudagin á útivølli tapti 3-0 móti kvinnunum hjá Holte IF, sum hevur 14 stig og er seks stig framman fyri næstu liðini.
Holte IF hevur ongan dyst tapt higartil, so tí var tað kanska ikki so óvæntað, at Aabyhøj IF Volley tapti.. Kortini megnaðu Juanna og tær at leggja trýst á í øðrum setti, sum Holte IF tó vann 25-21.
Trý umfør eru eftir til jóla, men Juanna og hinar í Aabyhøj IF Volley eru greiðar yvir, hvat kravið er:
? Allir tríggir dystirnir skulu vinnast, um vit skulu vera púra vísar í at vera millum tey seks bestu liðini, sum koma í endaspælið, sigur Juanna S. Joensen.
? Tað verður ikki lætt, men avgjørt møguligt, um okkara spæl verður upp av tí besta.
Sum er, er Aabyhøj IF Volley næstniðast av teimum tíggju liðunum við tveimum stigum, og tað sama hava hini trý liðini, ið enn eru stødd fýra stig ov langt frá einum plássi í endaspælinum.