Flogbóltur
Leygardagin vann Marienlyst Volley seg í donsku steypafinaluna í flogbólti.
Marienlyst spældi á útivølli móti Gentofte, og her megnaðu Bárður og liðfelagarnir uttan stórvegis hóvasták at vinna 3-0. Hin hálvfinalan stóð millum Ålborg HIK og Middelfart VK, og hendan dystin vann Ålborg somuleiðis 3-0.
Talan er um fjórðu donsku steypafinaluna, sum Bárður verður partur av. Í fleiri ár spældi Bárður við Holte, og bæði í 2001 og í 2002 spældu teir seg í finaluna. Og seinnu ferðina megnaðu teir enntá at vinna hana.
Í fjør var Bárður saman við Middelfart í finaluni, men ta ferðina taptu teir dystin.
Danska flogbóltsfinalan verður spæld í Odense tann 25. januar.