Leygarkvøldið endaði sangskrivarakappingin hjá Amnesty Føroya deild, sum tey skrivaðu út fyrr í ár. 10 av teimum 42 innkomnu løgunum komu á nýggju Amnestyfløguna, og nummar eitt, tvey og trý í sangskrivarakappingini fingu heiðursbræv og gávu á stóru útgávukonsertini, sum var í Norðurlandah´suinum leygarkøldið.
Tað var Bárður Johannesen, sum vann kappingina, meðan Guðrun og Bartal fingu annað plássið og Petur Pólson og Benjamin Petersen gjørdust nummar trý.