Í samband við at Báran skipar fyri stórum eydnuhjóli norðuri á Fossánesi nú leygarkvøldið frá kl. 20, verður nógv gott at vinna, eitt nú Playstation, lomb, stereoanlegg, før. kjøt, fartelefonir og jau, jau ferðir frá Atlantic Airways til Íslands.
Í samband við tiltaki verður eisini ein lutaseðil seldur, ið kostar einans 5 kr, á lutaseðlinum verður 10 vinningar, harav verður eitt lamb, og ein jau, jau ferð frá Atlantic Airways til Íslands, seðilin verður dirgin, tá eydnuhjólið endar leygarkvøldið kl. 24.00. Nevndin í Báruni hevur samtykt, at partur av yvirskotinum skal fara til børnini í Ukraina sum koma til Føroyar á vitjan í summar, nevndin heldur at hetta er eitt gott tiltak, sum nakrir føroyingar gera fyri hesi børn og hevur tí samtykt at stuðla teimum.