Um tvey foreldur velja at fara frá hvørjum øðrum í dag, so er tað ikki møguligt hjá teimum at fáa felags foreldramyndugleika. Annað skal hava myndugleikan yvir børnunum, og so kann hin fáa rætt til samveru. Hetta elvir ofta til stríð millum partarnar, og stóru tapararnir eru børnini.
Hetta vil felagið Børn uttan Rættindi broyta í tann mun tað ber til, tí tey halda, at tað skal ein hugburðsbroyting til í samfelagnum umframt lógarbroytingina.
? Vit vilja venda hesum fullkomuliga á høvdið, soleiðis at tað ikki eru foreldrini, ið eiga rættin til børnini, men børnini sum eiga rættin til bæði foreldrini, sigur Edith Dahl, forkvinna í nýstovnaða felagnum.
Børnini gloymd
Edith leggur dent á, at felagið ikki er stovnað fyri at leggja eftir mammum, sum hava foreldramyndugleikan í dag ella nakað.
? Vit vilja vísa á, at tað er skipanin, sum í dag leggur upp til klandur millum foreldur um børnini, tí okkara skipan hevur ikki felags foreldramyndugleika sum ein møguleika, sigur Edith, og tað heldur hon er avvoldað.
Hon greiðir frá, at tað er komið fyri, at foreldur, ið ynskja at fara frá hvørjum øðrum, hava skrivað á sundurlisingarskjalið, at tey ynskja felagsforeldramyndugleika, men tá tey so eru komin til Ríkisumboðið, so fáa tey at vita, at tað kunnu tey ikki. Hetta kemur av, at foreldrini fáa donsk sundurlisingarskjøl, og har er felags foreldramyndugleiki á. Tá tey so ynskja tað og ikki vita betur, so seta tey kross fyri tí.
Men Edith fýlist á, at børnini ikki verða nevnd við einum orði í dagsins lógaráseting, tí tað er fyrst og fremst teirra tørvur og rættur, ið eigur at vera hugsað um í tílíkum søkum.
? Tað skal ein hugburðsbroyting til í samfelagnum, sigur Edith. Hon heldur, at fólk skulu noyða seg sjálvi til at hyggja at tørvi barnsins í staðin fyri at foreldrunum. Lógin í dag leggur upp til, at foreldrini fáa eitt sindur í part, men barnið ella børnini verða ikki nevnd. Og tað er serliga tað, sum felagið fer at arbeiða fram ímóti.
Upplýsing
Felagið fer nú at gera sær eina heimasíðu, har upplýsningar kunnu útvegast um slík mál. Bæði tey sum eru í einari truplari støðu, men so sanniliga eisini onnur, tí Edith sigur, tað er týðuligt, at tað ikki bara eru mammur ella pápar í hesari støðuni, sum hava áhuga fyri hesum.
? Tørvurin á upplýsing kom serliga fram á fundinum leygardagin, tí har vóru fleiri dømi um fólk, sum ikki vita, hvat tey kunnu og ei heldur skilja avgerðirnar, sum eru tiknar í teirra einstaka máli, sigur Edith.
Tað er ongin loyna, at tað serliga eru pápar, sum ofta eru við sviðið soð, og Edith heldur, at samfelagið væntar av teimum, at teir siga rættin frá sær, ella verða teir skýrdir klandrivætti.
? Tað er ein myta, at pápar hava lættari við at frásiga sær rættin til teirra børn, sigur Edith púra avgjørd á málinum.
Fyri framman liggur ein fundur við nývalda landsstýrismannin í lógarmálum, Jógvan við Keldu um at fáa nakrar dagføringar á lógina frá 1922.
? Vit vita, at lógin ikki verður broytt eftir einum degi, men dagføringar soleiðis, at tað verður hugt meiri at tørvinum hjá børnunum, tað mátti borið til. Og landsstýrismaðurin var sera positivur, tá vit vóru í sambandi við hann, sigur Edith Dahl, forkvinna í felagnum Børn uttan Rættindi, sum hevði stovnandi aðalfund leygardagin.
Nevndin telur fimm fólk, men hon hevur ikki endaliga skipað seg enn. Greitt er tó, at Edith Dahl er forkvinna. Teldupostbústaðurin hjá felagnum er: bur@hotmail.com