Børn eru annað enn ansingarbyrða

Røddir eru frammi í Danmark, sum vilja seta børn hjá arbeiðsleysum aftast í bíðirøðina til stovnspláss. Men tað er at svíkja børnini, sigur tveir barnaserfrøðingar

Ikki bara í Føroyum er trupult hjá foreldrum at fáa børn síni inn á dagstovn. Eisini aðra staðni eru langir bíðilistar ? og hóast tað í Danmark eitur plássgaranti bíða børn alla staðni eftir at sleppa í vøggustovu ella barnagarð.

Tað ørkymlar í einum vælferðarsamfelag sum tí danska, foreldur finna seg rætt og slætt ikki í tí, og tí koma hálvhjartaðar neyðloysnir á borðið av og á. Tann seinasta er, at børn hjá foreldrum, sum eru viðskiftafólk hjá tí almenna ella eru arbeiðsleys, skulu aftast í røðina at bíða eftir einum stovnsplássi. Sambært nøkrum útrokningum hevði tað munað væl og stytt bíðirøðina, og ?tey børn hvørs foreldur veruliga hava ansingartørv høvdu fingið teirra tørv nøktaðan?.

Og tað er júst hetta sjónarmiðið, sum hevur sett eld á í nógvum ymiskum leirum. Tí spurningurin er í grundini, hvørs tørvur skal nøktast, barnsins ella foreldranna.

Tað er sjálvsagt, at foreldur, sum eru á arbeiðsmarknaðinum og sum ikki hava stovnspláss til síni børn, eru í eini desperatari støðu. Eingin hevur hug at lata børnini upp í hendur á tilvildarligum persónum, og tað er sjón fyri søgn, at mangt verður í neyðini nýtt.


Gagnligt

Danska lógin, ið er galdandi á økinum og sum bert er ein mánaða gomul, tryggjar øllum børnum pláss á stovni - uttan mun til, um foreldrini eru á arbeiðsmarknaðinum, eru arbeiðsleys ella eru viðskiftafólk hjá tí almenna. Og andin í hesi lógini, sum Karen Jespersen, almannamálaráðharri, hevur sett í verk, er í neyvum samsvari við tað, granskararnir, Sven Thyssen, og Pernille Hviid, á Danmarks Pædagogiske Institut eru komnir fram til. Sambært teimum hava øll børn gagn av at ganga á dagstovni. Uttan mun til, um foreldrini eru til arbeiðis ella ikki.

Og grundgevingin fyri tí er, at børnini hjá arbeiðsleysum eisini hava brúk fyri vinum og øðrum at spæla við.

? Tað hevur einki at gera við, hvørji foreldur eru betri. Tað kann vera ógvuliga hart og uppslítandi at vera arbeiðsleysur. Tí kann eitt stovnspláss nevniliga gevur hesum luft, sigur Pernille Hviid, sum er cand. psyk. og hevur granskað í hesum viðurskiftum, fyri blaðnum Aktuelt.


Líka børn spæla best

Tey børn, ið eru serliga illa fyri og hava foreldur sum eru arbeiðsleys, eiga sambært granskarunum heldur at fáa framíhjárætt heldur enn at verða sett aftast í røðina.

? Skulu børn, sum sosialt eru illa fyri, bróta tann sosiala arvin, hevur barnagarðurin ein týdningarmiklan leiklut. Har hevur tað møguleikan at skapa sær eitt øðrvísi lív. Í barnagarðinum eru tey børnini á jøvnum føti við onnur børn, sigur Sven Thyssen.

Kanningar vísa, at jú fyrr børn koma á dagstovn, jú betri klára tey seg í skúlanum, bæði sosialt og bókliga.

Stórur partur av øllum børnum eru í dagrøkt ella á dagstovni. Tí vanta børn, sum eru heima hjá mammu ella pápa, ofta onkran at spæla við. Kanningar vísa, at børn hava tørv á at spæla við onnur. Tí mugu tey ikki svíkjast hóast foreldur teirra eru arbeiðsleys, siga teir báðir barnaserfrøðingarnir.

? Longu sum trý ára gomul hava børn tørv á at spæla við javnaldrar. Verður lógin broytt verða týdningarmiklir menningarmøguleikar tiknir frá børnunum, sigur Pernille Hviid.


Ansingarbyrða

Um nýggja danska lógin, sum setir øll børn líka fyri lógini, verður broytt er ivasamt. Verður hon broytt heimilar hon kommununum at seta børn hjá foreldrum, sum fáa almenna veiting til dagsins uppihald og arbeiðsleys, aftast í røðina til stovnspláss. Men harðmæltar røddir eru frammi, sum vísa broytingaruppskotinum klárt aftur og tað eru bæði politiskar røddir og talsfólk fyri børn. Sum eitt umboð sigur í Aktuelt í farnu viku, er broytingaruppskotið ein boðan um ein hugburð, sum sigur, at børn bert eru ein ansingarbyrða. Í øllum hurlivasanum gloyma tey, ið taka avgerð barnanna vegna, tørvin hjá børnunum.