Børn eru í lívsvanda á føroysku vegunum

Vandamiklar støður standast øgiliga ofta av at børn og vaksin ganga í myrkum klæðum og uttan endurskin úti á vegunum.

Ráðið fyri Ferðslutrygd fær nógvar fráboðanir frá bilførarum um, at børn ganga úti uttan endurskin og í myrkum klæðum. Hetta hevur nógvar vandamiklar støður við sær, sigur Rúna Sivertsen formaður við Sosialin og heitir á foreldur um at tryggja sær, at børnini hava endurskin og eru í ljósum klæðum.

Aftur leygarmorgun var eitt barn tætt við at koma undir ein bil. Barnið var á sletu á alfaravegi, og var í myrkum klæðum og hevði einki endurskin, sigur Rúna, ið júst hevur tosað við skelkaða bilføraran.

Rúna vísur á, at nógvar kavadraktir í hesum døgum eru myrkar, og hetta er øgiliga óheppið. Tí er alneyðugt at foreldrini tryggja sær, at børnini hava endurskin. Tað er ikki nógmikið við endurskin á stúvlunum, hesi síggjast ikki í kava ella tá børnini skreiða. Tí er neyðugt við endurskinum um armar, á ryggi og aðrastaðni, jú, fleiri ju betri.

Tað er heilt ómøguligt hjá bilførum at síggja myrku børnini, og tey eru beinleiðis í lívsvanda, sum nú er. Eisini av løgreglustøðini í Havn siga tey seg kenna til trupulleikan, men siga, at tað í líka stóran mun er ein trupulleiki, at vaksin ganga í myrkum klæðum. Tá løgreglan koyrir runt í býnum, síggja tey í nógvum førum vaksin ganga úti í myrkum klæðum, eisini saman við børnum. Tey vaksnu eru fyrimyndirnar, og noyðast at vísa í gerum hvat góður ferðslusiður er. Um tey vaksnu ikki vilja nýta endurskin, kunnu tey heldur ikki vænta, at børnini gera tað.

Hesin blaðmaðurin kann bara leggja afturat, at hann var um at koyra á ein tingmann, tá hann bakkaði Snar út av parkeringsplássinum í seinnapartsregninum í gjár. Hesin var í svørtum klæðum og hevði einki endurskin.